22/12/2016 Gleðilig jól og gott nýggjárØllum verður ynskt eini gleðilig jól og gott nýggjár. Vit verða aftur á Grafia týsdagin 2. januar 2016 GRAFIA 5/12/2016 Sámal Toftanes í Gamla SeglhúsinumHósdagin 8. desember 2016 letur upp listaframsýning við Sámal Toftanes í Gamla Seglhúsinum.
Fernisering verður kl. 16:00 og kemur Bárður á Lakjuni at syrgja fyri tónleikinum. Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, er tað møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan eisini. Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 22. Desember 2016. Framsýningin umfatar 21 oljumálningar og er høvuðstema fólkalívsmyndir. Framsýningin er ókeypis at vitja og øll eru hjartaliga vælkomin. 6/11/2016 Fernisering - Zacharias HeinesenÍ dag 6. November 2016 letur upp listaframsýning við Zacharias Heinesen í Gamla Seglhúsinum.
Fernisering verður kl. 15:00 og kemur stjórin á Listasavninum, Nils Ohrt, at flyta fram røðu. Undirhald við tónleiki verður eisini til gestirnar, og kemur hin navnframi Finnur Koba at syrgja fyri tónleikinum. Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, er tað møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan eisini. Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 2. Desember 2016. Framsýningin umfatar 15 oljumálningar og 10 vatnlitsmyndir. Framsýningin er ókeypis at vitja og øll eru hjartaliga vælkomin.
Myndir frá bókaframløguni, Norðlýsið: 19/10/2016 Bókaframløga - Nólsoyar Páll – siglingarmaður og skald
Fríggjadagin 21. oktober kl. 17.00 verður bókin ”Nólsoyar Páll – siglingarmaður og skald,” sum Óli Olsen hevur skrivað, løgd fram í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Hanus G. Johansen leggur fyri við tónleiki, síðan bjóðar rithøvundurin vælkomin og sigur nøkur orð. Eftir hetta verður høvi at ogna sær bókina signeraða og annars njóta lættari ábit og okkurt leskandi. Øll eru væl komin til bókarframløguna í Gamla Seghúsinum í Klaksvík. Um bókina: Nú 250 ár eru liðin, síðan Nólsoyar Páll var borin í heim, verður roynt at lýsa fjøltáttaða persónin so heilskapaðan, sum til ber. Barna- og ungdómsárini verða umrødd í stuttum, sagt verður frá, tá ið Páll fer at sigla, tekur stýrimansprógv og fer í langfarasigling. Sagt verður frá Royndini fríðu, sum Páll smíðar saman við øðrum monnum, og nomið verður við stríð hansara móti donskum embætismannavaldi í Føroyum. Árni Dahl hevur skrivað part um skaldið Nólsoyar Páll. |
Grafia húsast í søguligum bygningi á Klaksvísvegi 48, Gamla Seglhúsinum, og skipa vit eisini fyri nógvum spennandi tiltøkum í húsinum.
Savn
August 2017
Bólkar
All Bókaútgáva Fløguútgávur Ráðstenur Samstarvsavtalur Tiltøk Tiltøk Vitjanir |