6/9/2016 FERNISERING - HANNI J. BJARTALÍÐ
Segði Helgi Fossádal í røðu sínari um listaframsýningina við Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum Rættuliga fitt av fólki hevði leita sær inn í Gamla Seglhúsið, leygardagin á Summarfestivalinum, har listamaðurin Eyðun av Reyni hevði fernisering kl. 14:00.
Signar í Homrum, sum sjálvur skuldi á tann stóra pallin kl. 16:00, hevði eisini sett sær tíð av til at framføra nøkur løg við sínari framúrskarðandi rødd. Helgi Fossádal røddi til og um listamannin, og aftaná kundu fólk njóta framsýningina og annars fáa sær lættari ábit og okkurt leskandi afturvið. Talan er um eina søluframsýning, sum umfatar 21 oljumálningar og hongur hon uppi fram til 5. september 2016. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin soleiðis: Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00 Sunnud. kl. 14.00 - 18.00 Øll eru hjartaliga vælkomin! ----- Røðan hjá Helga Fossádal: Góðu tit Fyrst vil eg takka fyri at vera boðin at siga nøkur orð til listaframsýningina hjá Eyðuni av Reyni í Gamla Seglhúsinum. Til tykkum bæði Jastrid og Símun - takk fyri, at tit hava lagt lunnar undir og skapt hesar einastandi karmar fyri mentanarligum tiltøkum í Klaksvík í hesum tignarliga Gamla Seglhúsinum. Tað hevur verið stórur tørvur á einum tílíkum staði í Klaksvíkini og við at velja Gamla Seglhúsið, sum karm um tey mentanarligu tiltøkini, hava tit megnað at samantvinnað fortíð og nútíð, sum gevur eina serstaka uppliving hjá áskoðaranum. At fara undir eitt tílíkt tiltak krevur áræði, tol og arbeiðssemi, um tað skal eydnast og ikki minst, at fólkið tekur undir og stuðlar hesum, og tað hava tey gjørt. Tit hava havt skiftandi listaframsýningar í húsinum, og í dag er tað so Eyðun av Reyni, sum sýnir fram. Um listamannin Eyðun av Reyni, sum er føddur í Havn í 1951, sigur íslendski listfrøðingurin Aðalsteinn Ingólfsson m.a. í bókini um Eyðun av Reyni: …”Eyðun av Reyni ber eins og ein kringur dansari eina andaverð við sær. Tá ið hann málar fyrstu strokini á løriftið, veit hann av sær sjálvum ... at rútman, sum hann gevur seg undir, ber hann at enda út á eggina á einum vatnrættum býti, ið verður kallað miðdepil. Hesin miðdepil er ofta í skundi málaður við breiðum pensli gráur ella svartur, so at hann líkist einum svørtum holi ella einum veðurbardum veggi, sum gerst tann veruligi snúningsdepilin, verkini hjá Eyðuni snúgva seg um. Alt hitt í málninginum skipar seg rundan um henda miðdepil, soleiðis at økið niðanfyri brátt umskiftist til eina rokuta forgrund, sum er gjørd liðug við øgiligum slettum og skvettum av ljósum litum, ið fara hurl um burl tvørtur um løriftið, meðan økið omanfyri er bygt upp við meiri frælsi, altíð við einari samanseting av loddrøttum og vatnrøttum litblokkum”. Myndirnar á framsýningini kunnu býtast í tvey, Tær abstraktu myndirnar hevur Eyðun við hepnari hond og hugflogi arbeitt við seinastu 20 - 30 árini, og sum hevur verið drívmegin í listini hjá honum. Sum dømi her á framsýningini kunnu nevnast myndirnar - ”Strandarmynd,” ”Mánalýsisnátt” - ”Sólarmyrking” – ”Sólartám” osfr. Og um tær náttúr-abtraktu myndirnar kann sigast, at her er Eyðun farin at rógva aftur á til 80’ini, og eru hesar hegnisliga nútímasgjørdar; sum dømi her eru myndirnar - ”Úr Kunoy”, - ”Mykines” og ”Úr málaraskemmuni”. Listamaðurin hevur ikki sett seg í bás, men er altíð ávegis - Málningar tínir eru samansettir við sterkum litum, og við stórum og breiðum pensilstrokum og myndamáli abstraherar frá myndaevninum, og tó – so haldi eg, at vit klárt kunnu hóma náttúruna og tónleikin í myndunum; hetta megnar tú til fulnar. Góði Eyðun, eg havi varhugan av, at tú ert, eins og flest onnur listafólk undan eini fernisering, spentur og eitt sindur fjálturstungin, - hvussu verður framsýningin móttikin, eru málningarnir ov torskiltir. Spurningarnir eru nógvir, tú setur tær sjálvum. Tú kanst vera tryggur, tí áskoðarnir í dag eru meiri tilvitaðir í síni listarligu fatan bæði so og so. Tú setur hugflog áskoðarans í gongd við tínum málningum, tú vísir ikki alt fyri okkum, men letur spurningarnar standa opnar, so vit kunnu halda áfram at tulka málningar tínar – vit verða ongantíð liðug. Og tá er eftir mínum tykki ein málningur góður. Hesa framsýning kanst tú verða errin av, hon er góð og áhugaverd. Og við hesum fáu orðunum fari eg at ynskja tær og fyrireikarunum her norðuri til lukku og góða eydnu við framsýningini. Takk fyri 27/7/2016 Listaframsýning - EYÐUN AV REYNI
6/6/2016 Torbjørn væl móttikinSunnudagin 5. juni lat upp framsýning við Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum. Til ferniseringina vóru møtt rættuliga fitt av gestum og umframt tónleik frá Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe, setti formaðurin í Listafelag Føroya, Hilmar Høgenni, framsýningina. Røða: Tá Símun tíðliga í vár ringdi og spurdi, um eg kundi siga nøkur orð tá henda framsýningin hjá Torbjørni skuldi lata upp, ivaðist eg og bað hann ringja aftur seinni. Seinni játtaði eg, tí standi eg so her, í Gamla Seglhúsinum, sum er karmur um partar av fjøltáttaða virkseminum hjá Jastrid og Símuni. At skipa fyri skiftandi listaframsýningum í hesum kørmum er innlýsandi, tá tit hava sett tað í verk. Men at gera hetta hugskot til veruleika kemur ikki av sær sjálvum. Símun er ágrýtin og ikki minst ótolin, so hetta hava tit fingið at rigga sera væl. Hyggja vit eftir hvørji listafólk longu hava sýnt fram her og hvørji standa á skrá, er talan um nógv av okkara fremstu listafólkum í Føroyum. Tað sum drívur verkið hjá tykkum á hesum øki er ein brennandi áhugi fyri list. Hetta er sama inngongd til listina sum mín egna, góð list sum ikki bara er fragd fyri eyga, men eisini er avbjóðandi, har listafólkið hevur lagt eitt petti av sál síni í. Hetta er aðru ferð at Torbjørn sýnir fram her. Alt tað eg kann minnast, havi eg vita hvør tú vart Torbjørn, sjálvt um tú kanska ikki hevur borið kenslu við meg. Eg fari at hugsa um eina ferð í vetur, tá Jastrid og Símun høvdu boði teimum listafólkum, sum høvdu sýnt fram í farna ári, saman við øðrum, til døgurða við Gutta sum kokki, her í húsinum. Tað var fitt av kava, so bussurin, sum kom eftir okkum, fekk ikki koyrt inn í Eiriksgøtu eftir tær, men stóð og bíðaði úti á Svalbardsvegnum. Tá eg kom ímóti tær, spurdi tú um eg var busssjaførurin sum Símun hevði sent eftir tær. Torbjørn er føddur í 1956 og voksin upp úti í Grønlandi, men sum flestu Havnarfólk eru røtur tínar aðrastaðni. Pápi tín av Húsum og mamma tín úr Vík. Sjálvur eri eg eitt sindur yngri enn tú, eitt ár eldri enn beiggi tín Marius, eg eri føddur meðan vit búðu á Húsum, men eri uppvaksin í Vík, sum granni hjá abba tínum Hans Paula á Bø. Tey stóru flottu hvítu húsini við teimum risa stóru trøunum sum vit klatraðu í og stikkulsberarunnum sunnanfyri sum vit ótu av. Húsini við fleiri úthúsum, stórum rundum kvistum og handli í kjallaranum, har mostir tín Hildubjørg ofta stóð innanfyri skivuna, áðrenn hon giftist til Hvalvíkar. Og abbi tín, sum kundi finna uppá at bjóða bomm, tá eg og hini børnini stóðu uttanfyri tað gráu skivuna at keyp slikk og bomm í leysari vekt við eini krónu ella um illa stóð til, bara einum 25-oyra. Tá bar eisini til at keypa eina skipskeks í senn. Eg minnist eisini Jóhannus á Bø, mammubeiggja tín, sum veitti tær íblástur at gerast listamaður. Minnist eisini jólakortini sum, minnist meg rætt, tú og beiggjarnir teknaðu. Tey vóru eisini til keyps í handlinum hjá Niels á Bakka, sum tú seinni keypti og hevur nýtta at mála í. Eg seti meg ikki føran fyri at greina listina hjá Ttr út frá einum listfrøðiligum sjónarhorni, men eg kann royna at seta orð á tað sum hugtekur meg í list tíni. Við kvikum rørslum gandar tú fram litríkar tulkingar av myndevnum tínum, veri tað seg Havnin, landsløg, naknar kvinnur, portrettir, bíbilskar hendingar ella sjálvsmyndir. Hóast litirnir eru nógvir og ógvusligir, missir tú ongantíð stýringina. Nakrar strikur og tú sært Nólsoyggina, tangarnar á Viðanesi, brúnna um Streymin ella naknu kvinnuna. Og so er tað ljósið, sum er undir, yvir og aftanfyri. Hesi seinnu árini hevur ljósi verið ljóst, (tað sær út sum um tað sum oftast er sól og summar), so kanst tú spyrja um tað er ein lýsing av tí sum er fyri framman, tá tú lítur at myndaevninum ella tað er ein lýsing av tí, sum tú í huganum sært fyri tær. Fara vit aftur í 90-ini var litavalið ella ljósið eitt heilt annað. Tá tóktist ofta sum tað var seint á degi, skýming ella kvøld. So eru tað portrettini har tú við fáum strokum myndar eygu og brá, og samstundis fult og heilt hevur lýst persónin og hansara lindi fyri okkum. Fyri trimum árum síðani hevði tú eina stóra mynd við á heysfrasýningini, sum bar heiti "brotsverk, model og sjálvsportrett". Tá var ein ummælari sum setti spurningin, um tú í roynd og veru tók lívið av hesum myndevni hjá tær, men so var ikki. Sum vit síggja her í dag, hevur tú ikki slept kvinnuni sum myndevni. Kvinnumyndirnar eru áhugaverdar og serliga har tú sjálvur er við, smæðin,ofta hálvt burturvendur, og tó í eygum tínum síggja vit inn í innaru rúm tíni. Eitt petti av sál tíni er avmynda í sjálvsmynd tíni. Við hesum orðum er framsýningin opin. ----------- Talan er um eina søluframsýning, sum umfatar oljumálningar og steinprent. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 1. juli. Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00 Sunnud. kl. 14.00 - 18.00 Øll eru hjartaliga vælkomin! Myndir frá ferniseringini:)
1/6/2016 Torbjørn Olsen í Gamla SeglhúsinumSunnudagin 5. juni letur upp framsýning við Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum. Fernisering verður kl. 14:00 og kemur Hilmar Høgenni, formaður í Listafelag Føroya at røða. Umframt ábit og okkurt leskandi afturvið, koma Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe at framføra eitt sindur av tónleiki. Talan er um eina søluframsýning, sum umfatar oljumálningar og steinprent. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 1. juli. Hetta er aðru ferð, at Torbjørn Olsen vitjar í Gamla Seglhúsinum og henda sermerkta dag, er eisini Grundlógardagur, Norðoyastevna og pápadagur :-) Framsýningin er opin soleiðis: Sunnudagin 5. juni kl. 14 - 20 Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00 Sunnud. kl. 14.00 - 18.00 Øll eru hjartaliga vælkomin! 20/5/2016 Nýggj bókaútgávaÍ sambandi við at MBF, Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, hátíðarhelt 35-ára stovnsdagin í Norðurlandahúsinum tann 20. mai undir heitinum "Lívið hevur litir" var spennandi bókaframløga av bókini "LUKKA",
Bókin er skrivað við støði í ST-sáttmálanum og er ætlað børnum og vaksnum at lesa í felag. Bókin er úrslit av samstarvi millum Edward Fuglø, listamanni, reklamuvirkið Grafia, og Ásu Olsen, aðalskrivara, og Tóru við Keldu, forkvinnu, í MBF. Vónandi fer bókin at kveikja áhugan hjá føroyingum sum heild fyri rættindum teirra, ið bera brek. |
Grafia húsast í søguligum bygningi á Klaksvísvegi 48, Gamla Seglhúsinum, og skipa vit eisini fyri nógvum spennandi tiltøkum í húsinum.
Savn
August 2017
Bólkar
All Bókaútgáva Fløguútgávur Ráðstenur Samstarvsavtalur Tiltøk Tiltøk Vitjanir |