Vit leita eftir nýggjum fingramerki

Hjá Grafia leita vit eftir einum kreativum, ágrýtnum og sjálvstøðugum miðlagrafikara, sum vil seta síni egnu fingramerki á spennandi verkætlanir og sterkar visuellar loysnir.
Tín leiklutur
Tú verður ein týðandi partur av okkara kreativa toymi og fylgir uppgávunum frá fyrsta hugskoti til endaliga úrslitið. Arbeiðið er fjølbroytt og fevnir m.a. um:
Grafiska sniðgeving
Faldarar og bøkur
Lýsingar og SoMe tilfar
Skelting og branding
Aðrar kreativar verkætlanir
Tú fært møguleika at arbeiða við bæði prent- og talgildum miðlum í tøttum samstarvi við kundar okkara.
Starvstaður
Grafia, Húsgarður 3, 513 Syðrugøta
Vit vænta, at tú
hevur útbúgving sum miðlagrafikari ella royndir innan grafisku vinnuna
dugir væl við Adobe InDesign, Illustrator og Photoshop
megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
trívist undir tíðartrýsti
hevur gott grafiskt eyga og sans fyri smálutunum
dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum
trívist í einum arbeiðsumhvørvi, har ferðin kann vera høg
Vit bjóða
eitt spennandi og fjølbroytt starv
kreativt arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum
møguleika at seta týðilig fingramerki á verkætlanir og kundauppgávur
fulltíðarstarv at byrja skjótast til ber
løn og treytir sambært Grafiska Yrkisfelagnum, ella eftir avtalu
Umsókn
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Annu Simonsen á tel. 718192.
Send umsókn, CV og møgulig viðmæli til anna@grafia.fo.
Freist
24. oktober 2026
Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Comments