G R A F I A
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

Picture
Føroya Sjómannadagur
Jógvan við Keldu & Jákup Sólstein

2012

Layout og prentgerð: Grafia
Myndatøka: Norðlýsið, Hanna M. Fuglø og Grafia


Føroysk Skipasøga - Ein framsýning - modellskip hjá Hans J. Fuglø


Tá Sjómannadagurin var í 2009 varð fyriskipað framsýning av modellskipum, sum listamaðurin Hans J. Fuglø hevði smíðað. Henda framsýning var sera væl vitjað.
Tá framsýningin var av, varð avgjørt, fyri at kunna varðveita hesa so áhugaverdu framsýning á blað, at fáa givið hana í út bók, har frumprentini vórðu framløgd í Eik-banka fyrr í ár.
 
Vælegnað sum gáva
Innihaldið í bókini er 25 modelskip av føroysku skipasøguni, hegnisliga smíðað av listamanninum Hans J. Fuglø.

Modellini eru snotilig og er ein partur av føroysku skipasøguni.Mong eru tey, sum keyptu bókina á framløgudegnum, og hava bíðað við tolni, men sum nú fáa hana. Bókin er bæði áhugaverd, vøkur og snotulig og er eitt klípi til Føroya skipasøgu. Er eisini vælegnað sum gáva. Kostnaðurin er 295 krónur. Hon fer eisini at verða seld í bókabúðum runt landið.

Tað er Føroya Sjómannadagur, sum er útgevari av bókini eftir hugskotum og tilrættalegging av teimum báðum, Jógvani við Keldu og Jákup Sólstein, sum eisini stóðu fyri framsýningini.

Tekst til skipamyndir hevur Óli Olsen, latið úr hondum. Teksthjálp annars hevur Jógvan Ravnsfjall framt. Enska tekstin og umseting hevur Alex Sólstein staðið fyri. Rættlestur av enskum teksti Ólavur Niclasen. Myndirnar hava Norðlýsið, Grafia og Hanna M. Fuglø tikið. Layuout og prentgerð hevur Grafia staðið fyri og prentað hevur Estra.

Tilber eisini at fáa bókina frá Jógvani við Keldu, Garðavegur 40, 700 Klaksvík. Telefon +298 216 136 - T-postur: keldu@olivant.fo.




 


GRAFIA   KLAKSVÍKSVEGUR 48   POSTBOKS 101   FO-710 KLAKSVÍK.  FØROYAR
TEL +298 457072   +298 227072   GRAFIA@GRAFIA.FO