G R A F I A
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

Picture

LÍVIÐ ER MÍTT LISTAVERK

STEINTÓR RASMUSSEN

Í bókini skrivar høvundurin um síni barna- og ungdómsár í seksti- og sjeytiárunum, og hvussu rembingar uttan úr heimi ávirka alt tónleika- og mentanarlív í tí skjótt vaksandi fiskivinnubýnum.
 
Vit eru við dreinginum í skúla, har pedagogikkur er eitt fremmandaorð. Skvambla í lokala dunnuhylinum og sigla úti í stóru og spennandi verð. Standa við krossvegin í Klaksvík, har valið er vínið ella Várharra. Fara út á gøtunar í stríðnum fyri eini innihaldsríkari frítíð og ungdómshúsi í heimstaðnum. Eru við gittara og sangi í kravgongum fyri friði og eini javnlíkari framtíð.
 
Vit fylgja pápanum til tey mongu tiltøkini og lesa um Frændur, hvørs sangir eru fólkaogn í Føroyum, Studio Pegasus, sum vildi gera Klaksvík til tónleikahøvuðstað í landinum, Kular Røtur, sum lat upp eina nýggja og livandi barnaverð, Frigg á norðuratlantiskum aldukambum og Summarfestivalin, har øll syngja við.
 
Við sínum nógvu sangum og skapanarhugi hevur Steintór laðað varðar á leiðini og skrivað eina persónliga lívsbók og samtíðarsøgu um og til fleiri ættarlið.
 
Lívið er mítt listaverk lýsir eitt menniskja í viðgongd og mótburði. Sum villist og vísir veg.


Uppsløg úr bókini:

ÚTGÁVA: 2015

GRAFIA   KLAKSVÍKSVEGUR 48   POSTBOKS 101   FO-710 KLAKSVÍK.  FØROYAR
TEL +298 457072   +298 227072   GRAFIA@GRAFIA.FO