G R A F I A
  • Heim
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
  • Loystar uppgávur
  • Heim
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
  • Loystar uppgávur
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

Picture

Myndir frá samkomu í Norðoya Sparikassa,
21. februar 2013, tá KÍ-søgan, onnur bók,
varð løgd fram


Bóltspøl millum Klakk & Kjøl
KÍ 1955 - 1974


KÍ – søgan, onnur bók, varð løgd fram á samkomu í Norðoya Sparikassa hóskvøldið 21. februar.

Í novembur í 2009 varð fyrsta bók í røðini ”Bóltspøl millum Klakk og Kjøl” løgd fram. Har varð greitt frá søgu Klaksvíkar ítróttafelags fyrstu fimmti árini frá 1904 til 1954. Bókin var 330 síður í átta høvuðspørtum.

Onnur bók, sum fevnir um tey tjúgu árini frá 1955 til 1974, lá greið til útgávu í januar 2012, men trongu fíggjarligu vánirnar gjørdu, at verkevnið varð seinkað, men nú eru allar forðingar beindar av vegnum, og hóskvøldið 21. februar verður bókin løgd fram.

Henda bókin er 415 síður og leggur seks høvuðspartar aftrat teimum átta í fyrstu bók:

9. partur: Byggja hús og finna aftur á sigurskós (1955-1956)

10. partur: Vinna Kjølbro-steypið til ognar og vitja í Danmark og Orknoyggjum (1957-1958)

11. partur: Óført virkisfýsni men misjøvn úrtøka (1959-1963)

12. partur: Tvey tung ár (1964-1965)

13. partur: Metlong sigursrøð í meistaradeildini (1966-1970)

14. partur: Seinasta bragdið hjá 66-liðnum (1971-1974)

Bókin er skrivað út frá gerðabókum felagsins og teirri søgubók, sum John Reid Bjartalíð, sáli, fór at føra felagsins vegna tíðliga í 1940-árunum. Harumframt hevur verið kagað í bløð og bøkur, og høvundurin hevur prátað við fleiri av teimum, sum vóru virkin hetta tíðarskeiðið, bókin fevnir um.

Í bókini eru um 240 myndir, m.a. eru allir nevndarlimir felagsins hesi árini 1955-1974 avmyndaðir. Aftast eru eisini lýsingar og myndir av dyggastu stuðulsleikarunum árini fram móti 70-ára degnum.

Høvundurin Árni Dahl sigur, at fótbóltur enn var aðalgreinin hetta tjúgu ára skeiðið, har meistaradeildarliðið vann snøggliga helmingin av FM-heitunum, men genturnar, sum mannaðu Stjørnuna, bygdu seinast í fimmtiárunum upp eitt dygdar kvinnulið, sum av álvara gjørdi vart við seg. Hetta er eisini tíðin, tá ið felagið sum tað fyrsta í Føroyum evnaði at byggja snotiligt felagshús og síðani ítróttahøll.  Sagt verður eisini frá ítróttaferðum til Danmarkar, Orknoyggja og Íslands.


Útgevari: KÍ
Ár: 2013

Rithøvundur: Árni Dahl

Uppseting og sniðgeving: Grafia
Prent: Estra 




Myndir tiknar í samband við at KÍ-bøkurnar vórðu uppsettar á Grafia

GRAFIA   KLAKSVÍKSVEGUR 48   POSTBOKS 101   FO-710 KLAKSVÍK.  FØROYAR
TEL  +298 227072   [email protected] 
Dátuverdarkunning