Altjóða framsýning við nýggjum samleika18. oktober 2013
Fyrireikararnir av messuni “North Atlantic Fish Fair”, hava avgjørt at broyta samleika í samband við komandi messuna, sum á triðja sinni verður hildin í Klaksvík í 2015. North Atlantic Fish Fair Tá ið messan fyrstu ferð bleiv hildin í Runavík í 2001, valdu fyrireikararnir at kalla hana “North Atlantic Fish Fair”, sum var tað mest nátúrliga tá, har fiskivinnan og alivinnan var tað mest sjónliga og ítøkiliga í tí føroysku maritimu vinnuni. Tað er og verður tað óivað eisini í framtíðini, men vit síggja fleiri og fleiri fyritøkur bjóða seg fram innanfyri frálandavinnuna, eins og nógv av teimum vitjandi eisini virka innan hesa vinnu. Atlantic Fair Hóast tað framvegis er fiskivinnan, sum verður ryggurin í framtíðar messuni í Klaksvík, so hava fyrireikararnir valt at broyta samleikan fyri messuna, har nýggja navnið verður ”Atlantic Fair”, og á hendan hátt venda sær til alla ta maritimu vinnuna. Fyrireikararnir meta at serliga í sambandi við altjóða marknaðarføringina, vil hetta vera ein fyrimunur. Tær flestu fyritøkurnar, sum sýna fram á messuni, bjóða sínar tænastur til alla sjóvinnuna, og tí kemur messan at fevna breiðari, og venda sær til allar vinnubólkar. Tann vaksandi føroyska frálandavinnan, eins og aðrar maritimar vinnur, síggjast eisini meir í føroyskum sjógvi, sum til dømis ferðamannaskip, eins og føroyar eisini liggja væl fyri, nú nógv verður tosað um ”norðurpassasjuna” sum nýggja farðleið. Nýtt Búmerki Atlantic Fair hevur í hesum sambandi fingið nýggjan grafiskan samleika, ið er meiri hóskandi til nýggja konsepti og gevur stevnuni ein meiri breiðan og altjóða dám. Reklamuvirkið Grafia hevur sniðgivið búmerkið, ið er einfalt og framatrættað. Búmerkið er ein mynd av stevnuni og ímyndar samstundis eitt alheimsligt net, ið hevur eina kjarnu. Ein samkomustaður, ið skapar forvitni og virksemi. Djúpi blái liturin, sum verður nýttur, ímyndar tryggleika, grundfesti, álit og frið, meðan tann ljósablái liturin ímyndar ferð, kommunikatión/samskifti og hugsandi loysnir, meðan tann grøni liturin ímyndar framdrift, skapar kontrast og lív. Tað er her tað hendir. Ein prikkur í atlantarhavinum, har lunnar verða lagdir undir handil og samskifti. Skriftin er Helvetica Neue Regular, ið eisini stuðlar uppundir tann myrkabláa litin um tryggleika, djúpleika og støðutakan. 12. til 14. mai 2015 Klaksvíkar Kommuna og Atlantic Fair hava gjørt avtalu um, at messan verður í Klaksvík, í døgunum 12. til 14. mai 2015, í Badmiton- og KÍ-høllini. Á messuni í 2013, vóru 158 fyritøkur sum sýndu fram, umboðandi 15 lond, og umleið 4.500 fólk vitjaðu messuna. |
Nýggj heimasíðaLes meira um Atlantic Fair á nýggju heimasíðuni: www.fair.fo
|