G R A F I A
  • Heim
  • Starvsfólk
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
  • Loystar uppgávur
  • Heim
  • Starvsfólk
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
  • Loystar uppgávur
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

10/8/2017

Tolli Morthens í Gamla Seglhúsinum

Picture
Í dag, hósdagin 10. august  lat upp forvitnislig listaframsýning í Gamla Seglhúsinum við íslendska listamanninum Þorlákur Kristinsson, vanliga nevndur Tolli Morthéns.

Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum helt røðu og Jógvan Hansen spældi og sang nøkur løg.
 
Eisini var møguleiki at heilsa uppa  heilsa uppá listamannin sjálvan, sum var til staðar og var hann fyrikomandi og lættur at tosa við, eins og bóðir hansara Bubbi Morthéns, sum hevur verið nóg í Klaksvík og róð út higani eisini.
 
Onkur av listaverkunum høvdu føroysk heiti og ímyndir higani.

Aftaná varð boðið til lættari ábit og okkurt leskandi. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi allan august mánaða.

Niðanfyri verður røðan hjá Sif Gunnarsdóttir, stjóra í Norðurlandahúsinum, endurgivin:
 
Tolli hevur myndlist í blóðinum. Pápi hansara málaði og Tolli dugdi væl at tekna og dámdi væl at tekna, tá ið hann var barn. Tí var tað ikki so undarligt, at hann valgdi myndlistina sum lívsleið, men ta avgerðina tók hann ikki fyrr enn í 1978, tá hann var 25 ára gamal og hevði ferðast, spælt í tónleikabólkum, verið sjómaður og havt kroppsliga krevjandi arbeiðsuppgávur á landi, tástaðni gekk tað upp fyri honum, at eingin framtíð var í nøkrum av tí, hann hevði gjørtáður, og so søkti hann inn á íslendska listaháskúlan. Hann varð liðugur í 1983 og fór beina leið til Berlin, har hann tey næstu tvey árini gekk á Berlin Hochschule der Kunste.

Tolli er ein av stigtakarunum til Nýggj Myndlist í Íslandi, ein sera virkin og menningarsinnað listaleið, sum hevur stóra ávirkan á íslendska myndlist. Tolli - sjómaðurin og rokkarin - gjørdist landslagsmálari, ein sera virkin landslagsmálari. Eftir lokna útbúgving fekk hann beinavegin fótin fyri seg á íslendska myndlistapallinum og tey næstu 10 árini hevði hann heili 22 solo framsýningar og 17 bólkaframsýningar. Men tað vóru ikki bert teir reinu hvítu veggirnir í listasøvnum og galleríunum, sum høvdu áhuga hjá Tolla - allir tómir veggir vóru eins góðir og vælegnaðir, málningarnir skuldu upp at hanga - skuldu síggjast!

Sjálvt bil- og dekk verkstaðir, har menn gingu í skitnum arbeiðsklæðum og spentum vøddum, vóru umskapað til framsýningarhølir. Eisini verkini hjá Tolla bera brá av spentum vøddum, tí her er einki knarr ella krutl. Dramatisku landsløgini við bergum, jøklum og fossum koma til sjóndar við føstum og tryggum penslastrokum og djørvum litavali - her verður bonska íslendska náttúrran serverað uttan filtur - gerið so væl - et ella lat vera! - eingin fjandans romantikkur. Og tó lýsir vakurleikin og kærleikin til miskunnarleysu íslendsku náttúruna úr verkunum.

Tolli rørdi við nakað í íslensku sálini, og hann gjørdist tann listamaðurin, sum øll ynsktu at hitta og heilsa uppá og hvørs verk øll vildu eiga og hava á vegginum. Øll ynsktu at sitera hann, halda veitslu saman við honum og tosa við hann á gøtuni. Verkini talaðu bæði til tey vitugu, tey mentaðu, og listasamlararnar, men eisini til bilsmiðirnar, sum dámdu hansara verk og hongdu tey upp í verkstøðum og viðhvørt høvdu teir fernisering við yrkingaupplestri og reyðvíni afturvið. Og um gestirnir vóru serliga heppnir kom lítlibeiggin framvið við sínum gittara, ja sjálvur Bubbi, sum spenti sínar vøddar innan tónleikin.

Tolli málaði myndir, ið vóru lættar at skilja - ikki tí tær vóru einfaldar ella virðisleysar. Tolli prógvaði bert, at list ikki nýtist vera óskiljandi og klíva menniskju í tveir bólkar, har tann eini bólkurin fatar og kann njóta tað frøðiliga og søguliga í listini og hin ikki hevur aðrar fortreytir enn at njóta út frá egnum tokka og hugskygni. List kann tosa beinleiðis við hjartað, magan og høvdið, ja høvdið er avgjørt eisini við.

Tolli er listamaður, Tolli er tónleikari og hann er eisini ein "kempari". Hann arbeiddi í mong ár á fiskavirkjum kring landið og hann øtaðist yvir arbeiðsumstøðurnar hjá arbeiðsfólkunum og vildi varpa ljós á og kempa fyri betri korum og betri løn.

Tað var í sambandi við hetta stríðið, at eg hitti Tolla, tá ið eg var tannáringur í Reykjavík fyri mongum árum síðani. Mamma mín hevði eisini ein aktivan leiklut í stríðnum fyri betri korum hjá arbeiðsfólkunum á fiskavirkjunum, og hon kom tá at kenna hesar báðar brøðurnar, Tolli og Bubbi, sum høvdu arbeitt á øllum fiskavirkjum í landinum og kundu siga frá søgum um harðskap, fanansskap og villar veitslur, sum fingu hárini á høvdinum at reisa seg.

Eg gloymi ongantíð fyrstu ferð, eg sá brøðurnar Tolla og Bubba. Vit búðu í einari íbúð í Reykjavík, ikki ein stór íbúð men køkurin var rúmligur og har gekk alt fyri seg. Har sótu teir ein dagin, fyltu nógv í køkinum, høvdu langt hár, stórar vøddar og vóru eitt sindur vandamiklir, og tosaðu við mammu, sum hvørki er stór ella vandamikil. Tey vóru ígongd við at skipa fyri mótmælisgongu ella mótmæliskonsert, ella báðum tveimum. Har hoyrdust nógvar eiður og smell frá knýttum nevum á køksborðinum. Eg sat friðalig í einum horni og lurtaði við einum blandi av ótta og virðing - eg kendi tað sum um at stóra verðin brádliga var komin inn í okkara køk og at kollveltingin lúrdi beint uttanfyri. Tey hildu á fram at tosa og fyrireika inni í stovuni, meðan eg mátti vaksa upp úti í køkinum, tí tað var mín uppgáva. So reistust teir og fóru, men í durinum vendi Tolli sær á og segði "lat tey ikki tránýta teg" og blunkaði.

Takk fyri góðu ráðini, Tolli.

Takk fyri at koma til Føroyar við tínum myndum - her hanga tær so væl í Gamla Seglhúsinum.

Við hesum orðum letur framsýningina hjá Tolla alment upp.

 

Sif Gunnarsdóttir, stjóra í Norðurlandahúsinum

2/7/2017

Fernisering - Marius Olsen - 5. juli kl. 18

Picture
Mikudagin 5. juli letur upp listaframsýning  við Marius Olsen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Fernisering verður kl. 18-20 og verður tá eisini møguleiki at heilsa uppá listamannin

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi í allan juli mánaða.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er annars opin mánadag til fríggjadag frá kl. 14:00 til 17:00
og sunnudag frá 14:00 til 17:00.


Øll eru hjartaliga vælkomin!

1/7/2017

Grafia, eisini summarsteðg

Picture

Grafia verður stongt í summarsteðginum.

Vit byrja aftur 14. august

Gott summar øll somul:)



9/5/2017

Grafia á Atlantic Fair

Picture
Grafia luttekur á sjóvinnustevnuni Atlantic Fair 2017 í Klaksvík, har sjóvinnan í Føroyum savnast í tríggjar dagar frá 9. til 11. mai. Fleiri enn 180 framsýnararnir eru klárir at taka ímóti øllum vitjandi og hevur Grafia sniðgivið fleiri básir á messuni umframt gjørt hópin av prenttilfarið til messuna.

Grafia ynskir at bjóða øllum vælkomin til eitt gott prát á bás okkara nr. D-324 í KÍ-høllini.

Týsdagin og mikudagin er opið kl. 10-17, hósdagin kl. 10-16.

Hjartaliga vælkomin!

25/4/2017

NorthPelagic á messu í Brussels

Picture
Fleiri føroyskar fyritøkur, ið arbeiða innan fiski- og alivinnuna, luttaka í hesum døgum á føroyska landabásinum í Brússel.

Messan er opin í tríggjar dagar, og føroysku fyritøkurnar hava úr at gera allar dagarnar við fundum og práti við kundar.


Seafood Expo Global er heimsins størsta messa innan sjógæti, har framsýnarar eru úr nógvum londum og hevur sera nógv vitjandi, og tí er føroysk luttøku sera týdningarmikil.

Hetta er staðið, har nærum øll, ið arbeiða við keypi og sølu av sjógæti, hittast. Nógv sambond verða knýtt, og avtalur verða gjørdar hesar dagarnar. Tískil møta fyritøkurnar eisini væl mannaðar.

Grafia hevur sniðgivið básin hjá NorthPelagic, ið luttekur á tí føroyska básinum hesuferð og fingu vit hesar myndirnar úr Brussels:


24/4/2017

Tróndur & Brandur Patursson - Listaframsýning

Picture
Sunnudagin 30. apríl letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík við feðgunum Tróndur og Brandur Patursson.

Framsýningin umfatar málningar og glaslist frá teim báðum, sum á hvør sítt hátt er sermerkt.

Fernisering verður sunnudagin kl. 17. og verður tá eisini møguleiki at heilsa uppá listamenninar.

Umframt lættari ábit, kemur Jógvan Andreas Joensen at framføra eitt sindur av tónleiki og Jógvan Skorheim, borgarstjóri flytur fram røðu.

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi í allan mai mánaða og er opið nú sunnudagin frá kl. 17-20.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er annars opin mánadag til fríggjadag frá kl. 14:00 til 17:00 og sunnudag frá 14:00 til 17:00.


Øll eru hjartaliga vælkomin!
<<Previous
    Grafia húsast í søguligum bygningi á Klaksvísvegi 48, Gamla Seglhúsinum, og skipa vit eisini fyri nógvum spennandi  tiltøkum í húsinum. 

    Savn

    August 2017
    July 2017
    May 2017
    April 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    November 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    August 2013
    June 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    October 2012


    Bólkar

    All Bókaútgáva Fløguútgávur Ráðstenur Samstarvsavtalur Tiltøk Tiltøk Vitjanir

    RSS Feed

GRAFIA  ·  HÚSGARÐUR 3  ·  FO-513 SYRÐUGØTU  ·  FØROYAR
TEL  +298 202525   [email protected] 
Dátuverdarkunning