6/11/2016 Fernisering - Zacharias HeinesenÍ dag 6. November 2016 letur upp listaframsýning við Zacharias Heinesen í Gamla Seglhúsinum.
Fernisering verður kl. 15:00 og kemur stjórin á Listasavninum, Nils Ohrt, at flyta fram røðu. Undirhald við tónleiki verður eisini til gestirnar, og kemur hin navnframi Finnur Koba at syrgja fyri tónleikinum. Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, er tað møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan eisini. Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 2. Desember 2016. Framsýningin umfatar 15 oljumálningar og 10 vatnlitsmyndir. Framsýningin er ókeypis at vitja og øll eru hjartaliga vælkomin. |
Grafia húsast í søguligum bygningi á Klaksvísvegi 48, Gamla Seglhúsinum, og skipa vit eisini fyri nógvum spennandi tiltøkum í húsinum.
Savn
August 2017
Bólkar
All Bókaútgáva Fløguútgávur Ráðstenur Samstarvsavtalur Tiltøk Tiltøk Vitjanir |