G R A F I A
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

5/12/2016

Sámal Toftanes í Gamla Seglhúsinum

Picture
Hósdagin 8. desember 2016 letur upp listaframsýning við Sámal Toftanes í Gamla Seglhúsinum.

Fernisering verður kl. 16:00 og kemur Bárður á Lakjuni at syrgja fyri tónleikinum.


Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, er tað møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan eisini.

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 22. Desember 2016.
Framsýningin umfatar 21 oljumálningar og er høvuðstema fólkalívsmyndir.

Framsýningin er ókeypis at vitja og øll eru hjartaliga vælkomin.


6/11/2016

Fernisering - Zacharias Heinesen

Picture
Í dag 6. November 2016 letur upp listaframsýning við Zacharias Heinesen í Gamla Seglhúsinum.
 
Fernisering verður kl. 15:00 og kemur stjórin á Listasavninum, Nils Ohrt, at flyta fram røðu. Undirhald við tónleiki verður eisini til gestirnar, og kemur hin navnframi Finnur Koba at syrgja fyri tónleikinum.
 
Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, er tað møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan eisini.
 
Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 2. Desember 2016. Framsýningin umfatar 15 oljumálningar og 10 vatnlitsmyndir.
 

Framsýningin er ókeypis at vitja og øll eru hjartaliga vælkomin.

19/10/2016

Bókaframløga - Nólsoyar Páll

Picture
 – siglingarmaður og skald

Fríggjadagin 21. oktober kl. 17.00 verður bókin ”Nólsoyar Páll – siglingarmaður og skald,” sum Óli Olsen hevur skrivað, løgd fram í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Hanus G. Johansen leggur fyri við tónleiki, síðan bjóðar rithøvundurin vælkomin og sigur nøkur orð. Eftir hetta verður høvi at ogna sær bókina signeraða og annars njóta lættari ábit og okkurt leskandi.

Øll eru væl komin til bókarframløguna í Gamla Seghúsinum í Klaksvík.

Um bókina:
Nú 250 ár eru liðin, síðan Nólsoyar Páll var borin í heim, verður roynt at lýsa fjøltáttaða persónin so heilskapaðan, sum til ber.

Barna- og ungdómsárini verða umrødd í stuttum, sagt verður frá, tá ið Páll fer at sigla, tekur stýrimansprógv og fer í langfarasigling.

Sagt verður frá Royndini fríðu, sum Páll smíðar saman við øðrum monnum, og nomið verður við stríð hansara móti donskum embætismannavaldi í Føroyum.

Árni Dahl hevur skrivað part um skaldið Nólsoyar Páll.

6/9/2016

FERNISERING - HANNI J. BJARTALÍÐ

Leygardagin 10. september letur upp framsýning við Hanni J. Bjartalíð í Gamla Seglhúsinum.

Fernisering verður kl. 15:00 og kemur Kinna Poulsen at røða.
Eisini verður okkurt leskandi og lættari ábit umframt tónleikur.

Talan er um eina søluframsýning, sum er ókeypis at vitja og hongur uppi fram til 15. oktober.

Framsýningin er opin soleiðis:
Leygardagin 10. september kl. 15.00 - 19.00 (Fernisering)

Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00
Sunnud. kl. 14.00 - 18.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!

Picture

7/8/2016

"Hesa framsýning kanst tú verða errin av, hon er góð og áhugaverd."

Segði Helgi Fossádal í røðu sínari um listaframsýningina við Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum
Picture
Picture
Rættuliga fitt av fólki hevði leita sær inn í Gamla Seglhúsið, leygardagin á Summarfestivalinum, har listamaðurin Eyðun av Reyni hevði fernisering kl. 14:00.

Signar í Homrum, sum sjálvur skuldi á tann stóra pallin kl. 16:00, hevði eisini sett sær tíð av til at framføra nøkur løg við sínari framúrskarðandi rødd.

Helgi Fossádal røddi til og um listamannin, og aftaná kundu fólk njóta framsýningina og annars fáa sær lættari ábit og okkurt leskandi afturvið.

Talan er um eina søluframsýning, sum umfatar 21 oljumálningar og hongur hon uppi fram til 5. september 2016.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin soleiðis:
Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00
Sunnud. kl. 14.00 - 18.00

Øll eru hjartaliga vælkomin!
-----
Røðan hjá Helga Fossádal:

Góðu tit

Fyrst vil eg takka fyri at vera boðin at siga nøkur orð til listaframsýningina hjá Eyðuni av Reyni í Gamla Seglhúsinum.

Til tykkum bæði Jastrid og Símun - takk fyri, at tit hava lagt lunnar undir og skapt hesar einastandi karmar fyri mentanarligum tiltøkum í Klaksvík í hesum tignarliga Gamla Seglhúsinum.

Tað hevur verið stórur tørvur á einum tílíkum staði í Klaksvíkini og við at velja Gamla Seglhúsið, sum karm um tey mentanarligu tiltøkini, hava tit megnað at samantvinnað fortíð og nútíð, sum gevur eina serstaka uppliving hjá áskoðaranum.

At fara undir eitt tílíkt tiltak krevur áræði, tol og arbeiðssemi, um tað skal eydnast og ikki minst, at fólkið tekur undir og stuðlar hesum, og tað hava tey gjørt.

Tit hava havt skiftandi listaframsýningar í húsinum, og í dag er tað so Eyðun av Reyni, sum sýnir fram.

Um listamannin Eyðun av Reyni, sum er føddur í Havn í 1951, sigur íslendski listfrøðingurin Aðalsteinn Ingólfsson m.a. í bókini um Eyðun av Reyni:
…”Eyðun av Reyni ber eins og ein kringur dansari eina andaverð við sær. Tá ið hann málar fyrstu strokini á løriftið, veit hann av sær sjálvum ... at rútman, sum hann gevur seg undir, ber hann at enda út á eggina á einum vatnrættum býti, ið verður kallað miðdepil. Hesin miðdepil er ofta í skundi málaður við breiðum pensli gráur ella svartur, so at hann líkist einum svørtum holi ella einum veðurbardum veggi, sum gerst tann veruligi snúningsdepilin, verkini hjá Eyðuni snúgva seg um.

Alt hitt í málninginum skipar seg rundan um henda miðdepil, soleiðis at økið niðanfyri brátt umskiftist til eina rokuta forgrund, sum er gjørd liðug við øgiligum slettum og skvettum av ljósum litum, ið fara hurl um burl tvørtur um løriftið, meðan økið omanfyri er bygt upp við meiri frælsi, altíð við einari samanseting av loddrøttum og vatnrøttum litblokkum”.

Myndirnar á framsýningini kunnu býtast í tvey,

Tær abstraktu myndirnar hevur Eyðun við hepnari hond og hugflogi arbeitt við seinastu 20 - 30 árini, og sum hevur verið drívmegin í listini hjá honum. Sum dømi her á framsýningini kunnu nevnast myndirnar - ”Strandarmynd,” ”Mánalýsisnátt” - ”Sólarmyrking” – ”Sólartám” osfr.
Og um tær náttúr-abtraktu myndirnar kann sigast, at her er Eyðun farin at rógva aftur á til 80’ini, og eru hesar hegnisliga nútímasgjørdar; sum dømi her eru myndirnar - ”Úr Kunoy”, - ”Mykines” og ”Úr málaraskemmuni”.

Listamaðurin hevur ikki sett seg í bás, men er altíð ávegis -
Málningar tínir eru samansettir við sterkum litum, og við stórum og breiðum pensilstrokum og myndamáli abstraherar frá myndaevninum, og tó – so haldi eg, at vit klárt kunnu hóma náttúruna og tónleikin í myndunum; hetta megnar tú til fulnar.

Góði Eyðun, eg havi varhugan av, at tú ert, eins og flest onnur listafólk undan eini fernisering, spentur og eitt sindur fjálturstungin, - hvussu verður framsýningin móttikin, eru málningarnir ov torskiltir. Spurningarnir eru nógvir, tú setur tær sjálvum.

Tú kanst vera tryggur, tí áskoðarnir í dag eru meiri tilvitaðir í síni listarligu fatan bæði so og so. Tú setur hugflog áskoðarans í gongd við tínum málningum, tú vísir ikki alt fyri okkum, men letur spurningarnar standa opnar, so vit kunnu halda áfram at tulka málningar tínar – vit verða ongantíð liðug. Og tá er eftir mínum tykki ein málningur góður.

Hesa framsýning kanst tú verða errin av, hon er góð og áhugaverd.

Og við hesum fáu orðunum fari eg at ynskja tær og fyrireikarunum her norðuri til lukku og góða eydnu við framsýningini.

Takk fyri

27/7/2016

Listaframsýning - EYÐUN AV REYNI

Picture
Leygardagin 6. august letur upp framsýning við Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum.

Fernisering verður kl. 14:00 og kemur Helgi Fossádal at røða.

Talan er um eina søluframsýning, sum umfatar oljumálningar. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja og hongur uppi fram til 5. september.


Framsýningin er opin soleiðis:
Leygardagin 6. august kl. 14.00 - 20.00: Fernisering
Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00
Sunnud. kl. 14.00 - 18.00


Øll eru hjartaliga vælkomin!
<<Previous
    Grafia húsast í søguligum bygningi á Klaksvísvegi 48, Gamla Seglhúsinum, og skipa vit eisini fyri nógvum spennandi  tiltøkum í húsinum. 

    Savn

    August 2017
    July 2017
    May 2017
    April 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    November 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    August 2013
    June 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    October 2012


    Bólkar

    All Bókaútgáva Fløguútgávur Ráðstenur Samstarvsavtalur Tiltøk Tiltøk Vitjanir

    RSS Feed

GRAFIA   KLAKSVÍKSVEGUR 48   POSTBOKS 101   FO-710 KLAKSVÍK.  FØROYAR
TEL +298 457072   +298 227072   GRAFIA@GRAFIA.FO