G R A F I A
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

28/2/2015

Fernisering við Torbjørn Olsen sunnudagin 1. mars

Picture
Sunnudagin, tann 1. mars kl 14.00, letur Torbjørn Olsen, listamaður, upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, Klaksvíksvegur 48, har tað somuleiðis er møguligt at heilsa uppá listamannin.

Talan er um eina søluframsýning, sum umfatar oljumálningar, vatnlitsmynd og steinprent.

Framsýningin er opin gerandisdagar frá kl 09.00 til 17.00 og sunnudag frá kl 14:00 til kl 17:00. Framsýningin hongur uppi allan mars mánaða og er tað ókeypis at vitja framsýningina.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

18/2/2015

LISTAFRAMSÝNING, HUMMARASØLA & HUMMARASÚPAN LEYGARDAGIN 21. FEBRUAR

Í sambandi við Torradagarnar í Klaksvík verða hesi tiltøk í Gamla Seglhúsinum leygardagin 21. februar
kl. 13.00 - 18.00 Listaframsýning í Gamla Seglhúsinum. Eyðun av Reyni sýnir fram og høvi verður at hitta listamannin
kl. 13.00 - 18.00 Hummarasøla, har møguleiki er at keypa livandi hummara á torginum niðanfyri Gamla Seglhúsið.
kl. 13.00 - 16.00 Gutti Winther borðreiðir við hummarasúpan í Gamla Seglhúsinum.


Øll eru hjartaliga vælkomin!

11/2/2015

Gastronomiskt kvøld leygarkvøldið 14. februar við Leif Sørensen

Picture
Leygardagin tann 14. februar bjóðar Gamla Seglhúsið saman kokkinum Leif Sørensen til ein serliga gastronomiska uppliving. Tiltakið hevur heiti “Alt gott úr haga" og verður í høvuðsheitunum borðreitt við spennandi rávørum úr haganum. 

Matarskráin umfatar millum annað,

Brellbitar og 6 rættir.

Villgás og ananas, tunnar skivur av oksa við súltaðum berum, lambshjørtum og lakress, ræst og grönkál, lambskjøt og selleri í trimum ymiskum hættum umframt öl dessert.

KOSTNAÐUR: Kr. 1.595,00 pr. Kuvert 
(luttøkan er avmarkað til 34 fólk)

Í samband við tiltakið verða eisini nøkur serlig innlegg í samband við føroyska matmentan og gastronomi.

Tilmelding fer fram umvegis teldupost: simun@grafia.fo ella við at ringja til samskiparan, Símun Gullaksen á telefon 217055.

2/2/2015

Listaframsýning við Eyðun av Reyni

Picture
Leygardagin 31. januar 2015 lat upp listaframsýningin við Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum.
Talan er um eina listaframsýning við heili 17 málningum sum heldur áfram allan februar mánaða.

Opið er:

Mánadag - fríggjadag kl. 10.00 - 17.00
Sunnudag kl. 14 -18

Øll eru hjartaliga vælkomin
    Grafia húsast í søguligum bygningi á Klaksvísvegi 48, Gamla Seglhúsinum, og skipa vit eisini fyri nógvum spennandi  tiltøkum í húsinum. 

    Savn

    August 2017
    July 2017
    May 2017
    April 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    November 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    August 2013
    June 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    October 2012


    Bólkar

    All Bókaútgáva Fløguútgávur Ráðstenur Samstarvsavtalur Tiltøk Tiltøk Vitjanir

    RSS Feed

GRAFIA   KLAKSVÍKSVEGUR 48   POSTBOKS 101   FO-710 KLAKSVÍK.  FØROYAR
TEL +298 457072   +298 227072   GRAFIA@GRAFIA.FO