G R A F I A
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

22/2/2014

Hummarasølan vælvitjað

Picture
Í samband við Torradagarnar, høvdu vit opið hús í Gamla Seglhúsinum. Jákup og Hergerð Ziskason, sum eru eitt satt gastronomiskt toymi, syrgdu fyri leskiligari hummarasúpan, og høvdu fólk annars eisini møguleika til at hyggja seg nærri kring um í Gamla Seglhúsinum.

Kristan Eliasen sýndi fram sítt sera snotuliga modelskip, sum er av gomlu “Norðborg”, og varð somuleiðis ein myndafrágreiðing um arbeiðsgongdina av hesum sera snotuliga handverki.

Niðanfyri, á torginum, høvdu vit sett tvey kør upp, sum vit fingu til vega frá Sjómannadegnum. Hesi kør skuldu nýtast til høvuðstiltaki, nevnliga søla og framsýninga av livandi Jákupskeljum, jomfrúhummara, svørtum hummara og krabbum.  Steintór Debes og frúan, sum hava hummarafiskiskap á Funningsfirði komu við rávørum og seldu til nógvar svangar gómar, sum ynsktu at royna hesa leskiligu rávøru í køkinum ella á grilluni.

Jú sigast má, at hetta tiltak eydaðist avbera væl og eru vit takksom fyri góða undirtøku og nógvar vitjanir. Somuleiðis skal Dávur Winther fáa stórt rós fyri Torradagarnar.

Myndir: Dávur Winther



13/2/2014

Hummarasøla og Opið Hús í Gamla Seglhúsinum

Picture
Leygardagin 22. februar verður stór hummarasøla á torginum niðanfyri Gamla Seglhúsið. Byrjað verður kl. 11, har møguligt verður at keypa livandi jomfrúhummarar, taskukrabbar ella jákupsskeljar frá Steintór. Stóru hummararnir Klípus og Klippus verða eisini at síggja uttanfyri Gamla Seglhúsið leygardagin.

Grafia bjóðar í hesum sambandi til Opið Hús frá kl. 11

    Grafia húsast í søguligum bygningi á Klaksvísvegi 48, Gamla Seglhúsinum, og skipa vit eisini fyri nógvum spennandi  tiltøkum í húsinum. 

    Savn

    August 2017
    July 2017
    May 2017
    April 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    November 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    August 2013
    June 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    October 2012


    Bólkar

    All Bókaútgáva Fløguútgávur Ráðstenur Samstarvsavtalur Tiltøk Tiltøk Vitjanir

    RSS Feed

GRAFIA   KLAKSVÍKSVEGUR 48   POSTBOKS 101   FO-710 KLAKSVÍK.  FØROYAR
TEL  +298 227072   GRAFIA@GRAFIA.FO