G R A F I A
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

23/11/2015

Steintór Rasmussen við nýggjari bók

Picture
Fríggjadagin 27. november kl. 16:00 verður Gamla Seglhúsið karmur um almenna móttøku,

har Steintór Rasmussen leggur fram bók sína "Lívið er mítt listaverk"


Jógvan Skorðheim, borgarstjóri, kemur at siga nøkur orð og Pætur við Keldu syrgir fyri tónleikinum. Møguleiki er at heilsa uppá høvðundan umframt, at tað er møguleiki at ogna sær hesa snotuligu og sera áhugaverdu bókina. Okkurt leskandi og lættari ábit verður eisini at fáa og eru øll hjartaliga vælkomin!


STEINTÓR RASMUSSEN - LÍVIÐ ER MÍTT LISTAVERK

Í bókini skrivar høvundurin um síni barna- og ungdómsár í seksti- og sjeytiárunum, og hvussu rembingar uttan úr heimi ávirka alt tónleika- og mentanarlív í tí skjótt vaksandi fiskivinnubýnum.

Vit eru við dreinginum í skúla, har pedagogikkur er eitt fremmandaorð. Skvambla í lokala dunnuhylinum og sigla úti í stóru og spennandi verð. Standa við krossvegin í Klaksvík, har valið er vínið ella Várharra. Fara út á gøtunar í stríðnum fyri eini innihaldsríkari frítíð og ungdómshúsi í heimstaðnum. Eru við gittara og sangi í kravgongum fyri friði og eini javnlíkari framtíð.
Vit fylgja pápanum til tey mongu tiltøkini og lesa um Frændur, hvørs sangir eru fólkaogn í Føroyum, Studio Pegasus, sum vildi gera Klaksvík til tónleikahøvuðstað í landinum, Kular Røtur, sum lat upp eina nýggja og livandi barnaverð, Frigg á norðuratlantiskum aldukambum og Summarfestivalin, har øll syngja við.

Við sínum nógvu sangum og skapanarhugi hevur Steintór laðað varðar á leiðini og skrivað eina persónliga lívsbók og samtíðarsøgu um og til fleiri ættarlið.
Lívið er mítt listaverk lýsir eitt menniskja í viðgongd og mótburði. Sum villist og vísir veg.



    Grafia húsast í søguligum bygningi á Klaksvísvegi 48, Gamla Seglhúsinum, og skipa vit eisini fyri nógvum spennandi  tiltøkum í húsinum. 

    Savn

    August 2017
    July 2017
    May 2017
    April 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    November 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    August 2013
    June 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    October 2012


    Bólkar

    All Bókaútgáva Fløguútgávur Ráðstenur Samstarvsavtalur Tiltøk Tiltøk Vitjanir

    RSS Feed

GRAFIA   KLAKSVÍKSVEGUR 48   POSTBOKS 101   FO-710 KLAKSVÍK.  FØROYAR
TEL +298 457072   +298 227072   GRAFIA@GRAFIA.FO