G R A F I A
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

20/5/2016

Nýggj bókaútgáva

Picture
Í sambandi við at MBF, Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, hátíðarhelt 35-ára stovnsdagin í Norðurlandahúsinum tann  20. mai undir heitinum "Lívið hevur litir" var spennandi bókaframløga av bókini "LUKKA",

Bókin er skrivað við støði í ST-sáttmálanum og er ætlað børnum og vaksnum at lesa í felag. Bókin er úrslit av samstarvi millum Edward Fuglø, listamanni, reklamuvirkið  Grafia, og Ásu Olsen, aðalskrivara, og Tóru við Keldu, forkvinnu, í MBF.



Vónandi fer bókin at kveikja áhugan hjá føroyingum sum heild fyri rættindum teirra, ið bera brek.

13/5/2016

Kári Svensson í Klaksvík

Picture
Myndir: Dávur Winther

Fríggjadagin 13. mai 2016 kl. 16.00 lat upp listaframsýning við Kára Svensson í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.


Til ferniseringina kl. 16.00 setti Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, framsýningina við vælvaldum orðum, sum fagnaður Kára Svensson væl.

Eisini var lættari ábit og Hans Andrias Jacobsen undirhelt við sínum eyðkenda og frálíkasangiog guitarspæli.

Listaframsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 1. juni 2016.
Niðanfyri verður røðan, sum Signhild V. Johannesen helt endurgivin:

Góði Kári Svensson!
“Fjallaland við djúpum dølum, fossalag,
sterkum brimi vetrar-, várs- og heystardag,
blíðum, ljósum náttum, stillu summarstund,
huldugentudansi yvir grøna grund”.

Orðini hjá Hans Andrias Djurhuus í sanginum, Prúða land mítt, lýsa væl eina myndlistaframsýning sum hesa. Eins og lívið fyri framma, er okkum ókent og vit ikki finna orð fyri øllum tonkunum, tó uttan at missa fótafestið, soleiðis gevur hendan framsýningin okkum loyva at vitja inn í eina verð, eina verð har vit ikki hava orð, men har tankarnir kunnu gerðast til veruleika. Har útlitini eru kám, óforútsigilig, við eini strofu av sterkum litum og einum sletti av reinleika.

Kári Svensson, sum á fyrsta sinni hevði sína egnu framsýning longu sum 17 ára gamal, hevur verið sera virkin og hevur vunnið sær eitt pláss í føroysku listasøguni.

Kári málar bæði jørðlitir, fagrar litir og harmoniskar – vælljómandi og heilskapaðar málningar, eins og samansett listarverk.

Kári er sín egin. Júst sum tú heldur, at nú hevur hann funnið, ella nú hevur hann fingið eitt ávíst stev, so brýtur hann upp úr nýggjum – leggur okkur nýtt inn í listaverkið ella ger tað á ein annan hátt. Tað kann vera avtrykk ella ”óvæntaðar” strikur og keipur.

Kári er sera virkin og sigst, at hann málar ofta fleiri málningar samstundis. Á henda hátt kemur nógv frá honum. Tó at listapallurin kann sigast at vera abstraktur, so kennast ofta lands- og bygdarløg aftur í málninginum hjá Kára. Og júst hetta er so spennandi, tí tað vísir seg, at vit føroyingar kunnu ikki fáa nóg mikið av okkara bygdarløgum og landsløgum – okkara oyggjaland Føroyar, sum vit eru so góð við.

Kári er útatvendur og fyrikomandi og dámar honum eisini at læra frá sær. Hann hevur havt fleiri vælvitjaði listaskeið í tekning, kompositión/samanseting og máling, bæði her heima og uttanlands. Eisini er myndlistin hjá Kára kendur uttan fyri landaoddarnar, eitt nú í Hollandi, Danmark og øllum hinum Norðanlondunum.
Ein kann merkja kenslurnar, listamálarin leggur í handverkið. Tað sæst, at Kári hevur stóra virðing fyri tí, hann málar. Havi hoyrt hann siga, “lata listaverkið mála seg sjálvt” - ein vøkur lýsing av einum skapandi handverki.
Várið hevur nú við tógvið stríð vunnið upp land. Sólin, hitin og gróðurin er nú at hóma. Náttúran við sínum árstíðum og avbjóðingum ger ikki altíð tað, sum vit vilja, og tað eiga vit at virða. Vit í Føroyum eru so sera takksom fyri teir góðu summardagarnar, vit fáa. Vit eiga framhaldandi at verja, røkja og síggja tað góða og vakra. Vit eru stórliga ríka við okkara náttúru, oyggjum og fólkunum, her búðleikast og alt sum tað og tey geva av sær.

Vit kunnu enn einaferð fegnast um avbjóðingina, vakurleikan og tí forvitni, sum ein myndlistaframsýning gevur, og er hendan einki undantak.

Við hesum orðum, er framsýningin hjá Kára Svensson latin upp og gleði eg meg saman við teimum, sum her eru komin saman, at hyggja nærri at spennandi málningum tínum.

Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar, Kári!

Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini

Gamla Seghúsið, 13. mai 2016
 

8/5/2016

Fernisering - KÁRI SVENSSON

Picture

Fríggjadagin 13. mai 2016 kl. 16.00 letur upp listaframsýning við Kára Svensson í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Fernisering verður fríggjadagin kl. 16:00 og kemur Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, at seta framsýningina.

Umframt okkurt lættari ábit, vitjar Hans Andrias Jacobsen og undirheldur við eitt sindur av tónleiki.

Listaframsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 1. juni 2016.

Øll eru hjartaliga vælkomin !
    Grafia húsast í søguligum bygningi á Klaksvísvegi 48, Gamla Seglhúsinum, og skipa vit eisini fyri nógvum spennandi  tiltøkum í húsinum. 

    Savn

    August 2017
    July 2017
    May 2017
    April 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    November 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    August 2013
    June 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    October 2012


    Bólkar

    All Bókaútgáva Fløguútgávur Ráðstenur Samstarvsavtalur Tiltøk Tiltøk Vitjanir

    RSS Feed

GRAFIA   KLAKSVÍKSVEGUR 48   POSTBOKS 101   FO-710 KLAKSVÍK.  FØROYAR
TEL +298 457072   +298 227072   GRAFIA@GRAFIA.FO