10/8/2017 Tolli Morthens í Gamla SeglhúsinumÍ dag, hósdagin 10. august lat upp forvitnislig listaframsýning í Gamla Seglhúsinum við íslendska listamanninum Þorlákur Kristinsson, vanliga nevndur Tolli Morthéns. Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum helt røðu og Jógvan Hansen spældi og sang nøkur løg. Eisini var møguleiki at heilsa uppa heilsa uppá listamannin sjálvan, sum var til staðar og var hann fyrikomandi og lættur at tosa við, eins og bóðir hansara Bubbi Morthéns, sum hevur verið nóg í Klaksvík og róð út higani eisini. Onkur av listaverkunum høvdu føroysk heiti og ímyndir higani. Aftaná varð boðið til lættari ábit og okkurt leskandi. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi allan august mánaða. Niðanfyri verður røðan hjá Sif Gunnarsdóttir, stjóra í Norðurlandahúsinum, endurgivin:
Tolli hevur myndlist í blóðinum. Pápi hansara málaði og Tolli dugdi væl at tekna og dámdi væl at tekna, tá ið hann var barn. Tí var tað ikki so undarligt, at hann valgdi myndlistina sum lívsleið, men ta avgerðina tók hann ikki fyrr enn í 1978, tá hann var 25 ára gamal og hevði ferðast, spælt í tónleikabólkum, verið sjómaður og havt kroppsliga krevjandi arbeiðsuppgávur á landi, tástaðni gekk tað upp fyri honum, at eingin framtíð var í nøkrum av tí, hann hevði gjørtáður, og so søkti hann inn á íslendska listaháskúlan. Hann varð liðugur í 1983 og fór beina leið til Berlin, har hann tey næstu tvey árini gekk á Berlin Hochschule der Kunste. Tolli er ein av stigtakarunum til Nýggj Myndlist í Íslandi, ein sera virkin og menningarsinnað listaleið, sum hevur stóra ávirkan á íslendska myndlist. Tolli - sjómaðurin og rokkarin - gjørdist landslagsmálari, ein sera virkin landslagsmálari. Eftir lokna útbúgving fekk hann beinavegin fótin fyri seg á íslendska myndlistapallinum og tey næstu 10 árini hevði hann heili 22 solo framsýningar og 17 bólkaframsýningar. Men tað vóru ikki bert teir reinu hvítu veggirnir í listasøvnum og galleríunum, sum høvdu áhuga hjá Tolla - allir tómir veggir vóru eins góðir og vælegnaðir, málningarnir skuldu upp at hanga - skuldu síggjast! Sjálvt bil- og dekk verkstaðir, har menn gingu í skitnum arbeiðsklæðum og spentum vøddum, vóru umskapað til framsýningarhølir. Eisini verkini hjá Tolla bera brá av spentum vøddum, tí her er einki knarr ella krutl. Dramatisku landsløgini við bergum, jøklum og fossum koma til sjóndar við føstum og tryggum penslastrokum og djørvum litavali - her verður bonska íslendska náttúrran serverað uttan filtur - gerið so væl - et ella lat vera! - eingin fjandans romantikkur. Og tó lýsir vakurleikin og kærleikin til miskunnarleysu íslendsku náttúruna úr verkunum. Tolli rørdi við nakað í íslensku sálini, og hann gjørdist tann listamaðurin, sum øll ynsktu at hitta og heilsa uppá og hvørs verk øll vildu eiga og hava á vegginum. Øll ynsktu at sitera hann, halda veitslu saman við honum og tosa við hann á gøtuni. Verkini talaðu bæði til tey vitugu, tey mentaðu, og listasamlararnar, men eisini til bilsmiðirnar, sum dámdu hansara verk og hongdu tey upp í verkstøðum og viðhvørt høvdu teir fernisering við yrkingaupplestri og reyðvíni afturvið. Og um gestirnir vóru serliga heppnir kom lítlibeiggin framvið við sínum gittara, ja sjálvur Bubbi, sum spenti sínar vøddar innan tónleikin. Tolli málaði myndir, ið vóru lættar at skilja - ikki tí tær vóru einfaldar ella virðisleysar. Tolli prógvaði bert, at list ikki nýtist vera óskiljandi og klíva menniskju í tveir bólkar, har tann eini bólkurin fatar og kann njóta tað frøðiliga og søguliga í listini og hin ikki hevur aðrar fortreytir enn at njóta út frá egnum tokka og hugskygni. List kann tosa beinleiðis við hjartað, magan og høvdið, ja høvdið er avgjørt eisini við. Tolli er listamaður, Tolli er tónleikari og hann er eisini ein "kempari". Hann arbeiddi í mong ár á fiskavirkjum kring landið og hann øtaðist yvir arbeiðsumstøðurnar hjá arbeiðsfólkunum og vildi varpa ljós á og kempa fyri betri korum og betri løn. Tað var í sambandi við hetta stríðið, at eg hitti Tolla, tá ið eg var tannáringur í Reykjavík fyri mongum árum síðani. Mamma mín hevði eisini ein aktivan leiklut í stríðnum fyri betri korum hjá arbeiðsfólkunum á fiskavirkjunum, og hon kom tá at kenna hesar báðar brøðurnar, Tolli og Bubbi, sum høvdu arbeitt á øllum fiskavirkjum í landinum og kundu siga frá søgum um harðskap, fanansskap og villar veitslur, sum fingu hárini á høvdinum at reisa seg. Eg gloymi ongantíð fyrstu ferð, eg sá brøðurnar Tolla og Bubba. Vit búðu í einari íbúð í Reykjavík, ikki ein stór íbúð men køkurin var rúmligur og har gekk alt fyri seg. Har sótu teir ein dagin, fyltu nógv í køkinum, høvdu langt hár, stórar vøddar og vóru eitt sindur vandamiklir, og tosaðu við mammu, sum hvørki er stór ella vandamikil. Tey vóru ígongd við at skipa fyri mótmælisgongu ella mótmæliskonsert, ella báðum tveimum. Har hoyrdust nógvar eiður og smell frá knýttum nevum á køksborðinum. Eg sat friðalig í einum horni og lurtaði við einum blandi av ótta og virðing - eg kendi tað sum um at stóra verðin brádliga var komin inn í okkara køk og at kollveltingin lúrdi beint uttanfyri. Tey hildu á fram at tosa og fyrireika inni í stovuni, meðan eg mátti vaksa upp úti í køkinum, tí tað var mín uppgáva. So reistust teir og fóru, men í durinum vendi Tolli sær á og segði "lat tey ikki tránýta teg" og blunkaði. Takk fyri góðu ráðini, Tolli. Takk fyri at koma til Føroyar við tínum myndum - her hanga tær so væl í Gamla Seglhúsinum. Við hesum orðum letur framsýningina hjá Tolla alment upp. Sif Gunnarsdóttir, stjóra í Norðurlandahúsinum |
Grafia húsast í søguligum bygningi á Klaksvísvegi 48, Gamla Seglhúsinum, og skipa vit eisini fyri nógvum spennandi tiltøkum í húsinum.
Savn
August 2017
Bólkar
All Bókaútgáva Fløguútgávur Ráðstenur Samstarvsavtalur Tiltøk Tiltøk Vitjanir |