G R A F I A
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

16/3/2015

Nýggja tannlæknastovan fingið nýtt búmerki

Picture
Í sambandi við at Jonna Sjúrðaberg og Halldis á Grønastøð hava keypt tannlæknastovuna hjá Hans Olav Hansen í Klaksvík, fekk Grafia til uppgávu at sniðgeva eitt nýtt búmerki til nýggju tannlæknastovuna.

Tannlæknastovan Tannspenn heldur framvegis til í hølunum Oman Eið í Klaksvík og vilja vit ynskja teimum báðum og starvsfólkini á Tannspenn alt tað besta framyvir!

1/3/2015

Eg var púra yvirraskaður av søluni...

Grein frá nordlysid.fo 1. mars 2015
Skrivað hevur Oliver Joensen

Picture
Tað segði Torbjørn Olsen, listamaður, tá vit hittu hann við ferniseringina í Gamla Seglhúsi í Víkunum ídag.

Tað eru tey bæði, Jastrid og Símun Gullaksen, ið reka Gamla Seglhúsið og sum hava haft og fáa listafólk til regluligar framsýningar á Gamla Seglhusinum.

Saman við Torbirni, var eisini bróðurin Marius Olsen við í Klaksvík ídag, hóast hesin seinni ikki hevði framsýning her hesaferð.

Teir báðir eiga nógva familju her. Torbjørn segði mær, at teir vóru ikki nógv her sum smádreingir. Ein orsøk hevur helst verið, at Mikkjal Olsen, pápi Kristian Fríðrik Olsen, var tann seinasti av eldra ættarliðnum, ið flutti av Húsum, har brøðurnir eru ættaðir, og tí stóðu húsini tóm stóran part av okkara dreingjatíð og tí var ikki so nógv hjá okkum at koma til Húsar til tá.

Men seinni keypti pápi Húsuni á Húsum fyri eina krónu frá restini av familjuni, og vit beiggjarnir hjálptu so honum at seta tey í stand. Eg minnist at eg og Olivur við Neyst brúktu tey nógv eitt skiftið. Vit eiga framvegis húsini og tey eru í góðum standi. Vit eiga eisini  eitt systkinabarn, sum pápi okkara nevndi fyri lítlasystir, tað er Marita Matras, kona Thorleif Matras í Klaksvík, so her eiga vit nógva familju.

---

Sum sagt, so var Torbjørn sera ovfarin av søluni. Tað mundi ikki ganga meira enn góður hálvur tími frá tí at ferniseringin hevði verið og til stóri parturin av málningunum vóru seldir. Torbjørn hevði 17 málninga á framsýningini og um trýtíðina vóru einans fýra smáir eftir, ið ikki vóru seldir.

Myndir: Norðlýsið
    Grafia húsast í søguligum bygningi á Klaksvísvegi 48, Gamla Seglhúsinum, og skipa vit eisini fyri nógvum spennandi  tiltøkum í húsinum. 

    Savn

    August 2017
    July 2017
    May 2017
    April 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    November 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    August 2013
    June 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    October 2012


    Bólkar

    All Bókaútgáva Fløguútgávur Ráðstenur Samstarvsavtalur Tiltøk Tiltøk Vitjanir

    RSS Feed

GRAFIA   KLAKSVÍKSVEGUR 48   POSTBOKS 101   FO-710 KLAKSVÍK.  FØROYAR
TEL +298 457072   +298 227072   GRAFIA@GRAFIA.FO