15/4/2016 Heðin í KlaksvíkEnn ein frálík listafrámsýning í Gamla Seglhúsinum. Hesaferð læt Heðin Kambsdal upp listaframsýning, og segði granni hansaraúr Fuglafirði, Dávur Winther nøkur orð, tá ið framsýningin læt upp kl. 14 í dag.
Rani Nolsøe sang og spældi nøkur løg og høvið var at síggja 16 fjálgar, lit- og ljósríkar málninga og annars heilsa uppá listamannin og urguleikaran Heðin Kambsdal. Heðin Kambsdal er kendi "ljósmálarin" úr Fuglafirði - Hetta temaið, gluggin, ljósið, glomlýsið, mótljósið og skuggin, sum stenst av ljósinum, hevur verið ein av sterkum og dygdunum í málningunum hjá Heðin – “Hvaðani kemur ljósið”? Kanst tú í summum førum spyrja. Listaframsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 9. mai 2016. Framsýningin kann síggjast mánadag til fríggjadag frá kl. 10 til 17 og sunnudag frá kl. 14 til 18. 11/4/2016 Listaframsýning - HEÐIN KAMBSDAL
|
Grafia húsast í søguligum bygningi á Klaksvísvegi 48, Gamla Seglhúsinum, og skipa vit eisini fyri nógvum spennandi tiltøkum í húsinum.
Savn
August 2017
Bólkar
All Bókaútgáva Fløguútgávur Ráðstenur Samstarvsavtalur Tiltøk Tiltøk Vitjanir |