5/6/2015 Amariel Norðoy listaframsýningRættuliga fitt av fólki vitjaði í Gamla Seglhúsinum í dag, hóast veðrið ikki varð av tí allarbesta, tá ið sera áhugaverd og litrík listaframsýning lat upp í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Listaframsýningin, hongur uppi allan juni mánaða og er ókeypis at vitja.
Væl av fólki stukku inn á gólvið, har boðið var kaffi og okkurt aftur við. Eisini var tónleikur á skránni, har sera góði vinmaður listamansins, Holgar Jacobsen framførdi nakrar sangir. Framsýningin er soleiðis opin á Norðoyastevnu: Leygardagin 6. juni frá kl. 17:00 til 20:00 Sunnudagin 7. juni frá kl. 14:00 til 20:00 Røða, sum Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag helt, tá ið listaframsýning hjá Amariel Norðoy lat upp í Gamla Seglhúsinum í dag: Amariel Norðoy er málari og grafikari. Hann hevur sýnt nógv fram her heima, víða um og víða um í Europa, USA og enntá í Japan. - Kanska kann man nevna hann undir heitum, sum kolloristur ella ekspressionistur. Men alt byrjaði á Stongunum, har hann gekk og gjørdi seg vátan og undraðist yvir vakra skapið í teimum mongu bátunum, ið har komu og serliga, tá ið teir stóðu uppi á bedingini og mongu menninir gingu runt og bøttu um, broyttu og málaðu. Hetta hugtók teg og sjálvandi bleivst tú útbúgvin skipasmiðjur. Kanska hevur mammubeiggi tín, Ellendur, sum var skipasmiður, hálað í teg? Blýanturin og pensilin hekk tó við, og tað endaði so við, at tú fórst 32 ára gamal á Kongeliga Danska Kunstakademiið í Keypmannahavn, har tú gekk 1977-83. Eisini tókst tú grafiskt skeið í Finnlandi í 1984. Tú hevur m.a. prýtt Føroya Sparikassa, skúlan í Porkeri, Lágargarð í Tórshavn, Samuels kirkjuna í Keypmannahavn, men er hetta listaverkið síðani flutt í Kingokirkjuna, nú Samuels kirkjan er niðurløgd sum kirkja - Kanska hevur ein annar “Stanga-drongur”, Bergur havt ein fingur við í spælinum her? Tú hevur prýtt ymisk tíðarrit og bøkur,men eg haldi, at sigast kann, at tú ert listamaður um ein háls og at tú hevur størsta alskin til løriftið. Afturvendandi temu hjá Amarial Norðoy eru skiftandi ljósið, báturin, fuglar, blómur og útróðrarbørn. Ofta er ein partur av heitinum á málningum tínum “sálmar lívsins”, sum helst er vegna kærleika tín til sang, tí tú dugur væl at syngja. Men serliga er tað Norðan við tí spenstiga stevninum og spenti bogin frammi á bógnum – Svínaryggurin. Hetta kæra handverkið sum Amariel dugir, sum skipstimburmaður, og sum hann flytur yvir í málningar sínar, og sum er við til at skapa spenningar í myndunum. - Kent er m.a. frá Mikines, at hann skapar henda sama spenningin í málningum sínum við hvalinum. Norðan hevur alla tína tíð verið ogn tykkara – Eftir at pápi tín, Jóan David hevði siglt úti og legðist heima, róði hann út við Norðan í nógv ár og gekst tú og tøtlaði uppií. At hava ímyndir, íblástur ella inspiratón í myndum sínum er sjálvsagt og kann gerast ein partur av identitetinum ella málningaidentiteitnum. Her kann sigast, at flestu ímyndirnar eru frá uppvøkstrinum á Stongunum, har eisini Pállurin, Mikladalur og Kalsoyarfjørður hava sín sjálvsagda leiklut. Og so ikki at forgloyma Norðan, sum tú ert so góður við. Eisini dámar mær so væl teir bláu litirnar, sum fríska so væl upp. Jú, sigast kann, tú ert ein føddur listamaður við góðum gávum og mest av øllum, tú hevur eyguni við tær og leggur til merkis. Ein lítil søga er um teg, tá ið tú saman við hinum smádreingjunum á Stongunum, Gørðum og har um vegir vart farin niðan á Myrkjanoyri. Tit gingu í kørgum gráum lendi, men brádliga sært tú eina blómu og leggur teg á knæ at hyggja nærri – hinir dreingirnir gáaðu als ikki blómuna – Tá letur í tær: “Hví letur Guð blómur vaksa, har eingin sær tær”? Góði Amariel! Eg møtti tær so seint sum fyri 14 døgum síðani í Kastrup – eg ávegis til Finnlands og tú heim. “Hey góði, hvar fert tú”? Var tað fyrsta, sum datt úr munni tínum. Og tað ger tað alla staðni, har vit hittast, um tað so er inni í SMS ella aðrastaðni til framsýningar og annað – “Nú góði, hvussu hevur tú tað”? Og altíð er konan, Marianna beint aftanfyri teg - tit eru eitt so sera gott toymi. Hon skipar fyri og leggur til rættis og heldur tær til eldin – Ja, eg síggi teg fyri mær, har tú gongur runt við eini teggju av penslum og málar og Marianna situr við telduna og sendir út fráboðanir um listaframsýningar í Focus og aðrastaðni við. Tú ert altíð so hjartaligur, vísir umsorgan og gevur tær stundir at práta – Vil hava samskifti, vil hava samband og altíð dettur prátið á Klaksvík: Hvussu gongur har norðuri? Tú ert ongantíð fluttur til Tórshavnar – hjartað liggur eftir á Stongunum – her, sum hugur tín reikar, her, sum tú finnur íblástur til málningar tínar – her, sum kanska besta tíð í lívi tínum liggur, OG sum sæst aftur í málningum tínum; sum boðar frá eini góðari og bjartari tíð. Tí er so ómetaliga heppið og skilagott av tær og Símun Gullaksen at skipa so fyri, at tú í sambandi við sjeyti ára dag tín seinni í heyst letur upp framsýning júst her í Klaksvík. Júst her í gamla Seglhúsinum – Hesum húsi, sum andar av tí ungdómi, tú vaks upp í: Bátum og skipum og øllum, sum hartil hoyrir. Ja, sigast kann, at tú ert komin heim – heimaftur til røturnar her, sum tú hevði tað gott og sum tú hevur so nógv góð minnir frá. Til stuttleika kann eg nevna, at í býráðshøllini hongur aftanfyri har, sum borgarstjórin situr til býráðsfundirnar ein stórur vakur og litríkur málningur hjá tær og sjálvandi er Norðan og hópin av bátum við í myndini. Fyri nógvum árum síðan var tað ein stórur málningur hjá Mikines – ein av “jarðarferðum” hansara, sum hekk har. Hetta vakti kanska virðing og tign. Men so einaferð var tað ein býráðslimur, sum langaði nevan í borðið og segði, eg ætli mær ikki at viðgera komandi fíggjarætlan undir hesum tunga málningi. Eg vil hava eina frískari og glaðari mynd her. Tá kom tín málingur at hanga har og man hann vera avmyndaður tær fyrstu 1000 ferðirnar við skiftandi borgarstjórum og hópin av býráðslimum. So sigast kann, at tú ert komin til heiður og æru her norðuri – eisini í býráðshøpi. Góð, fitti Amariel! - Hjartaliga til lukku við runda føðingardegi tínum, tá ið hann kemur. - Hjartaliga til lukku við hesi vøkru og litríku framsýning tíni. - Góða Norðoyastevnu! Dávur Winther Comments are closed.
|
Grafia húsast í søguligum bygningi á Klaksvísvegi 48, Gamla Seglhúsinum, og skipa vit eisini fyri nógvum spennandi tiltøkum í húsinum.
Savn
August 2017
Bólkar
All Bókaútgáva Fløguútgávur Ráðstenur Samstarvsavtalur Tiltøk Tiltøk Vitjanir |