Kristan Eliasen sýndi fram sítt sera snotuliga modelskip, sum er av gomlu “Norðborg”, og varð somuleiðis ein myndafrágreiðing um arbeiðsgongdina av hesum sera snotuliga handverki.
Niðanfyri, á torginum, høvdu vit sett tvey kør upp, sum vit fingu til vega frá Sjómannadegnum. Hesi kør skuldu nýtast til høvuðstiltaki, nevnliga søla og framsýninga av livandi Jákupskeljum, jomfrúhummara, svørtum hummara og krabbum. Steintór Debes og frúan, sum hava hummarafiskiskap á Funningsfirði komu við rávørum og seldu til nógvar svangar gómar, sum ynsktu at royna hesa leskiligu rávøru í køkinum ella á grilluni.
Jú sigast má, at hetta tiltak eydaðist avbera væl og eru vit takksom fyri góða undirtøku og nógvar vitjanir. Somuleiðis skal Dávur Winther fáa stórt rós fyri Torradagarnar.
Myndir: Dávur Winther