Tað segði Torbjørn Olsen, listamaður, tá vit hittu hann við ferniseringina í Gamla Seglhúsi í Víkunum ídag. Tað eru tey bæði, Jastrid og Símun Gullaksen, ið reka Gamla Seglhúsið og sum hava haft og fáa listafólk til regluligar framsýningar á Gamla Seglhusinum. Saman við Torbirni, var eisini bróðurin Marius Olsen við í Klaksvík ídag, hóast hesin seinni ikki hevði framsýning her hesaferð. Teir báðir eiga nógva familju her. Torbjørn segði mær, at teir vóru ikki nógv her sum smádreingir. Ein orsøk hevur helst verið, at Mikkjal Olsen, pápi Kristian Fríðrik Olsen, var tann seinasti av eldra ættarliðnum, ið flutti av Húsum, har brøðurnir eru ættaðir, og tí stóðu húsini tóm stóran part av okkara dreingjatíð og tí var ikki so nógv hjá okkum at koma til Húsar til tá. Men seinni keypti pápi Húsuni á Húsum fyri eina krónu frá restini av familjuni, og vit beiggjarnir hjálptu so honum at seta tey í stand. Eg minnist at eg og Olivur við Neyst brúktu tey nógv eitt skiftið. Vit eiga framvegis húsini og tey eru í góðum standi. Vit eiga eisini eitt systkinabarn, sum pápi okkara nevndi fyri lítlasystir, tað er Marita Matras, kona Thorleif Matras í Klaksvík, so her eiga vit nógva familju. --- Sum sagt, so var Torbjørn sera ovfarin av søluni. Tað mundi ikki ganga meira enn góður hálvur tími frá tí at ferniseringin hevði verið og til stóri parturin av málningunum vóru seldir. Torbjørn hevði 17 málninga á framsýningini og um trýtíðina vóru einans fýra smáir eftir, ið ikki vóru seldir. Myndir: Norðlýsið
Comments are closed.
|
Grafia húsast í søguligum bygningi á Klaksvísvegi 48, Gamla Seglhúsinum, og skipa vit eisini fyri nógvum spennandi tiltøkum í húsinum.
Savn
August 2017
Bólkar
All Bókaútgáva Fløguútgávur Ráðstenur Samstarvsavtalur Tiltøk Tiltøk Vitjanir |