G R A F I A
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

11/4/2016

Listaframsýning - HEÐIN KAMBSDAL

Picture
Fríggjadagin 15. apríl 2016 letur upp listaframsýning við Heðin Kambsdal í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Fernisering verður fríggjadagin kl. 14:00.

Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag at seta framsýningina. Umframt okkurt lættari ábit, kemur Rani Nolsøe at undirhalda við tónleiki.

Listaframsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 9. mai 2016.

Framsýningin kann síggjast mánadagar til fríggjadagar frá kl. 14:00 til 17:00 og sunnudagar frá kl. 14:00 til 18:00.

Øll eru hjartaliga vælkomin !
---
Heðin Kambsdal er føddur í Fuglafirði 1951. Frá barnsbeini av var Heðin áhugaður í list. Morbróðir Heðin, Símun Johannesen, sum málaði í síni frítíð, var fyrsti íblástur hansara í list. Sum 16 ára gamal var Heðin til eina listaframsýning av Jóannis Kristiansen. Spælið í millum ljósið og myrkrið frá myndunum, sum eyðkennir málningarnar hjá Heðin í dag, er sprottin úr hesi framsýning. Fyrstu myndirnar hjá Heðin vóru blýantstekningar ella evnaðar til við oljukriti. Í 1965 fekk Heðin sína fyrstu oljumálningaútgerð og byrjaði at gera oljumálningar.

Útbúgving og arbeiði: Heðin fór í byrjanini av 70’unum til Danmarkar á læraraseminarium umframt at nema sær serkunnleika innan list. Eftir lokna útbúgving arbeiddi Heðin eitt skifti sum lærari í Fuglarfjarða skúla, til leiðin aftur gekk til Danmarkar á musikkonservatorium. Eftir lokna útbygving sum organistur í byrjanini av 90’unum, arbeiddi hann nøkur ár í Danmark sum organistur og kórleiðari. Hesi árini í Danmark helt Heðin áfram við at mála. Hann arbeiddi út frá egnum skitsum og myndum, hann hevði tikið úr Føroyum. Hann sendi málningar til Føroyar millum annað til Ólavsøku-framsýningar og hevði somuleiðis fleiri framsýningar í Danmark. Í 1997 kom Heðin aftur til Føroyar og hevur síðani starvast sum klaverlærari og organistur.


Comments are closed.
    Grafia húsast í søguligum bygningi á Klaksvísvegi 48, Gamla Seglhúsinum, og skipa vit eisini fyri nógvum spennandi  tiltøkum í húsinum. 

    Savn

    August 2017
    July 2017
    May 2017
    April 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    November 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    August 2013
    June 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    October 2012


    Bólkar

    All Bókaútgáva Fløguútgávur Ráðstenur Samstarvsavtalur Tiltøk Tiltøk Vitjanir

    RSS Feed

GRAFIA   KLAKSVÍKSVEGUR 48   POSTBOKS 101   FO-710 KLAKSVÍK.  FØROYAR
TEL +298 457072   +298 227072   GRAFIA@GRAFIA.FO