13/5/2016 Kári Svensson í KlaksvíkMyndir: Dávur Winther
Fríggjadagin 13. mai 2016 kl. 16.00 lat upp listaframsýning við Kára Svensson í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Til ferniseringina kl. 16.00 setti Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, framsýningina við vælvaldum orðum, sum fagnaður Kára Svensson væl. Eisini var lættari ábit og Hans Andrias Jacobsen undirhelt við sínum eyðkenda og frálíkasangiog guitarspæli. Listaframsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 1. juni 2016. Niðanfyri verður røðan, sum Signhild V. Johannesen helt endurgivin: Góði Kári Svensson! “Fjallaland við djúpum dølum, fossalag, sterkum brimi vetrar-, várs- og heystardag, blíðum, ljósum náttum, stillu summarstund, huldugentudansi yvir grøna grund”. Orðini hjá Hans Andrias Djurhuus í sanginum, Prúða land mítt, lýsa væl eina myndlistaframsýning sum hesa. Eins og lívið fyri framma, er okkum ókent og vit ikki finna orð fyri øllum tonkunum, tó uttan at missa fótafestið, soleiðis gevur hendan framsýningin okkum loyva at vitja inn í eina verð, eina verð har vit ikki hava orð, men har tankarnir kunnu gerðast til veruleika. Har útlitini eru kám, óforútsigilig, við eini strofu av sterkum litum og einum sletti av reinleika. Kári Svensson, sum á fyrsta sinni hevði sína egnu framsýning longu sum 17 ára gamal, hevur verið sera virkin og hevur vunnið sær eitt pláss í føroysku listasøguni. Kári málar bæði jørðlitir, fagrar litir og harmoniskar – vælljómandi og heilskapaðar málningar, eins og samansett listarverk. Kári er sín egin. Júst sum tú heldur, at nú hevur hann funnið, ella nú hevur hann fingið eitt ávíst stev, so brýtur hann upp úr nýggjum – leggur okkur nýtt inn í listaverkið ella ger tað á ein annan hátt. Tað kann vera avtrykk ella ”óvæntaðar” strikur og keipur. Kári er sera virkin og sigst, at hann málar ofta fleiri málningar samstundis. Á henda hátt kemur nógv frá honum. Tó at listapallurin kann sigast at vera abstraktur, so kennast ofta lands- og bygdarløg aftur í málninginum hjá Kára. Og júst hetta er so spennandi, tí tað vísir seg, at vit føroyingar kunnu ikki fáa nóg mikið av okkara bygdarløgum og landsløgum – okkara oyggjaland Føroyar, sum vit eru so góð við. Kári er útatvendur og fyrikomandi og dámar honum eisini at læra frá sær. Hann hevur havt fleiri vælvitjaði listaskeið í tekning, kompositión/samanseting og máling, bæði her heima og uttanlands. Eisini er myndlistin hjá Kára kendur uttan fyri landaoddarnar, eitt nú í Hollandi, Danmark og øllum hinum Norðanlondunum. Ein kann merkja kenslurnar, listamálarin leggur í handverkið. Tað sæst, at Kári hevur stóra virðing fyri tí, hann málar. Havi hoyrt hann siga, “lata listaverkið mála seg sjálvt” - ein vøkur lýsing av einum skapandi handverki. Várið hevur nú við tógvið stríð vunnið upp land. Sólin, hitin og gróðurin er nú at hóma. Náttúran við sínum árstíðum og avbjóðingum ger ikki altíð tað, sum vit vilja, og tað eiga vit at virða. Vit í Føroyum eru so sera takksom fyri teir góðu summardagarnar, vit fáa. Vit eiga framhaldandi at verja, røkja og síggja tað góða og vakra. Vit eru stórliga ríka við okkara náttúru, oyggjum og fólkunum, her búðleikast og alt sum tað og tey geva av sær. Vit kunnu enn einaferð fegnast um avbjóðingina, vakurleikan og tí forvitni, sum ein myndlistaframsýning gevur, og er hendan einki undantak. Við hesum orðum, er framsýningin hjá Kára Svensson latin upp og gleði eg meg saman við teimum, sum her eru komin saman, at hyggja nærri at spennandi málningum tínum. Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar, Kári! Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini Gamla Seghúsið, 13. mai 2016 Comments are closed.
|
Grafia húsast í søguligum bygningi á Klaksvísvegi 48, Gamla Seglhúsinum, og skipa vit eisini fyri nógvum spennandi tiltøkum í húsinum.
Savn
August 2017
Bólkar
All Bókaútgáva Fløguútgávur Ráðstenur Samstarvsavtalur Tiltøk Tiltøk Vitjanir |