G R A F I A
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
  • Bøkur
  • Faldarar og heftir
  • Lýsingar
  • Ymiskt annað
  • messur
  • Búmerkir
  • Reklamulutir
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

14/2/2013

”Bóltspøl millum Klakk og Kjøl”

Picture
Nýggj KÍ-bókKÍ – søgan, onnur bók, verður løgd fram á samkomu í Norðoya Sparikassa hóskvøldið 21. februar.

Í novembur í 2009 varð fyrsta bók í røðini ”Bóltspøl millum Klakk og Kjøl” løgd fram. Har varð greitt frá søgu Klaksvíkar ítróttafelags fyrstu fimmti árini frá 1904 til 1954.

Bókin var 330 síður í átta høvuðspørtum.
Onnur bók, sum fevnir um tey tjúgu árini frá 1955 til 1974, lá greið til útgávu í januar 2012, men trongu fíggjarligu vánirnar gjørdu, at verkevnið varð seinkað, men nú eru allar forðingar beindar av vegnum, og hóskvøldið 21. februar verður bókin løgd fram.

Henda bókin er 415 síður og leggur seks høvuðspartar aftrat teimum átta í fyrstu bók:
9. partur: Byggja hús og finna aftur á sigurskós (1955-1956)
10. partur: Vinna Kjølbro-steypið til ognar og vitja í Danmark og Orknoyggjum (1957-1958)
11. partur: Óført virkisfýsni men misjøvn úrtøka (1959-1963)
12. partur: Tvey tung ár (1964-1965)
13. partur: Metlong sigursrøð í meistaradeildini (1966-1970)
14. partur: Seinasta bragdið hjá 66-liðnum (1971-1974)

Bókin er skrivað út frá gerðabókum felagsins og teirri søgubók, sum John Reid Bjartalíð, sáli, fór at føra felagsins vegna tíðliga í 1940-árunum. Harumframt hevur verið kagað í bløð og bøkur, og høvundurin hevur prátað við fleiri av teimum, sum vóru virkin hetta tíðarskeiðið, bókin fevnir um.


Í bókini eru um 240 myndir, m.a. eru allir nevndarlimir felagsins hesi árini 1955-1974 avmyndaðir. Aftast eru eisini lýsingar og myndir av dyggastu stuðulsleikarunum árini fram móti 70-ára degnum.

Høvundurin Árni Dahl sigur, at fótbóltur enn var aðalgreinin hetta tjúgu ára skeiðið, har meistaradeildarliðið vann snøggliga helmingin av FM-heitunum, men genturnar, sum mannaðu Stjørnuna, bygdu seinast í fimmtiárunum upp eitt dygdar kvinnulið, sum av álvara gjørdi vart við seg. Hetta er eisini tíðin, tá ið felagið sum tað fyrsta í Føroyum evnaði at byggja snotiligt felagshús og síðani ítróttahøll.  Sagt verður eisini frá ítróttaferðum til Danmarkar, Orknoyggja og Íslands.

Fyritøkan Grafia v. Jastrid Gulaksen hevur brotið bókina um, og Estra hevur prentað.

Nýggja KÍ- bókin verður løgd fram á høvuðsdeildini hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík hóskvøldið 21. februar klokkan 19.00.





Comments are closed.
    Grafia húsast í søguligum bygningi á Klaksvísvegi 48, Gamla Seglhúsinum, og skipa vit eisini fyri nógvum spennandi  tiltøkum í húsinum. 

    Savn

    August 2017
    July 2017
    May 2017
    April 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    November 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    August 2013
    June 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    October 2012


    Bólkar

    All Bókaútgáva Fløguútgávur Ráðstenur Samstarvsavtalur Tiltøk Tiltøk Vitjanir

    RSS Feed

GRAFIA   KLAKSVÍKSVEGUR 48   POSTBOKS 101   FO-710 KLAKSVÍK.  FØROYAR
TEL +298 457072   +298 227072   GRAFIA@GRAFIA.FO