6/6/2016 Torbjørn væl móttikinSunnudagin 5. juni lat upp framsýning við Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum. Til ferniseringina vóru møtt rættuliga fitt av gestum og umframt tónleik frá Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe, setti formaðurin í Listafelag Føroya, Hilmar Høgenni, framsýningina. Røða: Tá Símun tíðliga í vár ringdi og spurdi, um eg kundi siga nøkur orð tá henda framsýningin hjá Torbjørni skuldi lata upp, ivaðist eg og bað hann ringja aftur seinni. Seinni játtaði eg, tí standi eg so her, í Gamla Seglhúsinum, sum er karmur um partar av fjøltáttaða virkseminum hjá Jastrid og Símuni. At skipa fyri skiftandi listaframsýningum í hesum kørmum er innlýsandi, tá tit hava sett tað í verk. Men at gera hetta hugskot til veruleika kemur ikki av sær sjálvum. Símun er ágrýtin og ikki minst ótolin, so hetta hava tit fingið at rigga sera væl. Hyggja vit eftir hvørji listafólk longu hava sýnt fram her og hvørji standa á skrá, er talan um nógv av okkara fremstu listafólkum í Føroyum. Tað sum drívur verkið hjá tykkum á hesum øki er ein brennandi áhugi fyri list. Hetta er sama inngongd til listina sum mín egna, góð list sum ikki bara er fragd fyri eyga, men eisini er avbjóðandi, har listafólkið hevur lagt eitt petti av sál síni í. Hetta er aðru ferð at Torbjørn sýnir fram her. Alt tað eg kann minnast, havi eg vita hvør tú vart Torbjørn, sjálvt um tú kanska ikki hevur borið kenslu við meg. Eg fari at hugsa um eina ferð í vetur, tá Jastrid og Símun høvdu boði teimum listafólkum, sum høvdu sýnt fram í farna ári, saman við øðrum, til døgurða við Gutta sum kokki, her í húsinum. Tað var fitt av kava, so bussurin, sum kom eftir okkum, fekk ikki koyrt inn í Eiriksgøtu eftir tær, men stóð og bíðaði úti á Svalbardsvegnum. Tá eg kom ímóti tær, spurdi tú um eg var busssjaførurin sum Símun hevði sent eftir tær. Torbjørn er føddur í 1956 og voksin upp úti í Grønlandi, men sum flestu Havnarfólk eru røtur tínar aðrastaðni. Pápi tín av Húsum og mamma tín úr Vík. Sjálvur eri eg eitt sindur yngri enn tú, eitt ár eldri enn beiggi tín Marius, eg eri føddur meðan vit búðu á Húsum, men eri uppvaksin í Vík, sum granni hjá abba tínum Hans Paula á Bø. Tey stóru flottu hvítu húsini við teimum risa stóru trøunum sum vit klatraðu í og stikkulsberarunnum sunnanfyri sum vit ótu av. Húsini við fleiri úthúsum, stórum rundum kvistum og handli í kjallaranum, har mostir tín Hildubjørg ofta stóð innanfyri skivuna, áðrenn hon giftist til Hvalvíkar. Og abbi tín, sum kundi finna uppá at bjóða bomm, tá eg og hini børnini stóðu uttanfyri tað gráu skivuna at keyp slikk og bomm í leysari vekt við eini krónu ella um illa stóð til, bara einum 25-oyra. Tá bar eisini til at keypa eina skipskeks í senn. Eg minnist eisini Jóhannus á Bø, mammubeiggja tín, sum veitti tær íblástur at gerast listamaður. Minnist eisini jólakortini sum, minnist meg rætt, tú og beiggjarnir teknaðu. Tey vóru eisini til keyps í handlinum hjá Niels á Bakka, sum tú seinni keypti og hevur nýtta at mála í. Eg seti meg ikki føran fyri at greina listina hjá Ttr út frá einum listfrøðiligum sjónarhorni, men eg kann royna at seta orð á tað sum hugtekur meg í list tíni. Við kvikum rørslum gandar tú fram litríkar tulkingar av myndevnum tínum, veri tað seg Havnin, landsløg, naknar kvinnur, portrettir, bíbilskar hendingar ella sjálvsmyndir. Hóast litirnir eru nógvir og ógvusligir, missir tú ongantíð stýringina. Nakrar strikur og tú sært Nólsoyggina, tangarnar á Viðanesi, brúnna um Streymin ella naknu kvinnuna. Og so er tað ljósið, sum er undir, yvir og aftanfyri. Hesi seinnu árini hevur ljósi verið ljóst, (tað sær út sum um tað sum oftast er sól og summar), so kanst tú spyrja um tað er ein lýsing av tí sum er fyri framman, tá tú lítur at myndaevninum ella tað er ein lýsing av tí, sum tú í huganum sært fyri tær. Fara vit aftur í 90-ini var litavalið ella ljósið eitt heilt annað. Tá tóktist ofta sum tað var seint á degi, skýming ella kvøld. So eru tað portrettini har tú við fáum strokum myndar eygu og brá, og samstundis fult og heilt hevur lýst persónin og hansara lindi fyri okkum. Fyri trimum árum síðani hevði tú eina stóra mynd við á heysfrasýningini, sum bar heiti "brotsverk, model og sjálvsportrett". Tá var ein ummælari sum setti spurningin, um tú í roynd og veru tók lívið av hesum myndevni hjá tær, men so var ikki. Sum vit síggja her í dag, hevur tú ikki slept kvinnuni sum myndevni. Kvinnumyndirnar eru áhugaverdar og serliga har tú sjálvur er við, smæðin,ofta hálvt burturvendur, og tó í eygum tínum síggja vit inn í innaru rúm tíni. Eitt petti av sál tíni er avmynda í sjálvsmynd tíni. Við hesum orðum er framsýningin opin. ----------- Talan er um eina søluframsýning, sum umfatar oljumálningar og steinprent. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 1. juli. Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00 Sunnud. kl. 14.00 - 18.00 Øll eru hjartaliga vælkomin! Myndir frá ferniseringini:)
1/6/2016 Torbjørn Olsen í Gamla SeglhúsinumSunnudagin 5. juni letur upp framsýning við Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum. Fernisering verður kl. 14:00 og kemur Hilmar Høgenni, formaður í Listafelag Føroya at røða. Umframt ábit og okkurt leskandi afturvið, koma Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe at framføra eitt sindur av tónleiki. Talan er um eina søluframsýning, sum umfatar oljumálningar og steinprent. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 1. juli. Hetta er aðru ferð, at Torbjørn Olsen vitjar í Gamla Seglhúsinum og henda sermerkta dag, er eisini Grundlógardagur, Norðoyastevna og pápadagur :-) Framsýningin er opin soleiðis: Sunnudagin 5. juni kl. 14 - 20 Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00 Sunnud. kl. 14.00 - 18.00 Øll eru hjartaliga vælkomin! 13/5/2016 Kári Svensson í KlaksvíkMyndir: Dávur Winther
Fríggjadagin 13. mai 2016 kl. 16.00 lat upp listaframsýning við Kára Svensson í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Til ferniseringina kl. 16.00 setti Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, framsýningina við vælvaldum orðum, sum fagnaður Kára Svensson væl. Eisini var lættari ábit og Hans Andrias Jacobsen undirhelt við sínum eyðkenda og frálíkasangiog guitarspæli. Listaframsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 1. juni 2016. Niðanfyri verður røðan, sum Signhild V. Johannesen helt endurgivin: Góði Kári Svensson! “Fjallaland við djúpum dølum, fossalag, sterkum brimi vetrar-, várs- og heystardag, blíðum, ljósum náttum, stillu summarstund, huldugentudansi yvir grøna grund”. Orðini hjá Hans Andrias Djurhuus í sanginum, Prúða land mítt, lýsa væl eina myndlistaframsýning sum hesa. Eins og lívið fyri framma, er okkum ókent og vit ikki finna orð fyri øllum tonkunum, tó uttan at missa fótafestið, soleiðis gevur hendan framsýningin okkum loyva at vitja inn í eina verð, eina verð har vit ikki hava orð, men har tankarnir kunnu gerðast til veruleika. Har útlitini eru kám, óforútsigilig, við eini strofu av sterkum litum og einum sletti av reinleika. Kári Svensson, sum á fyrsta sinni hevði sína egnu framsýning longu sum 17 ára gamal, hevur verið sera virkin og hevur vunnið sær eitt pláss í føroysku listasøguni. Kári málar bæði jørðlitir, fagrar litir og harmoniskar – vælljómandi og heilskapaðar málningar, eins og samansett listarverk. Kári er sín egin. Júst sum tú heldur, at nú hevur hann funnið, ella nú hevur hann fingið eitt ávíst stev, so brýtur hann upp úr nýggjum – leggur okkur nýtt inn í listaverkið ella ger tað á ein annan hátt. Tað kann vera avtrykk ella ”óvæntaðar” strikur og keipur. Kári er sera virkin og sigst, at hann málar ofta fleiri málningar samstundis. Á henda hátt kemur nógv frá honum. Tó at listapallurin kann sigast at vera abstraktur, so kennast ofta lands- og bygdarløg aftur í málninginum hjá Kára. Og júst hetta er so spennandi, tí tað vísir seg, at vit føroyingar kunnu ikki fáa nóg mikið av okkara bygdarløgum og landsløgum – okkara oyggjaland Føroyar, sum vit eru so góð við. Kári er útatvendur og fyrikomandi og dámar honum eisini at læra frá sær. Hann hevur havt fleiri vælvitjaði listaskeið í tekning, kompositión/samanseting og máling, bæði her heima og uttanlands. Eisini er myndlistin hjá Kára kendur uttan fyri landaoddarnar, eitt nú í Hollandi, Danmark og øllum hinum Norðanlondunum. Ein kann merkja kenslurnar, listamálarin leggur í handverkið. Tað sæst, at Kári hevur stóra virðing fyri tí, hann málar. Havi hoyrt hann siga, “lata listaverkið mála seg sjálvt” - ein vøkur lýsing av einum skapandi handverki. Várið hevur nú við tógvið stríð vunnið upp land. Sólin, hitin og gróðurin er nú at hóma. Náttúran við sínum árstíðum og avbjóðingum ger ikki altíð tað, sum vit vilja, og tað eiga vit at virða. Vit í Føroyum eru so sera takksom fyri teir góðu summardagarnar, vit fáa. Vit eiga framhaldandi at verja, røkja og síggja tað góða og vakra. Vit eru stórliga ríka við okkara náttúru, oyggjum og fólkunum, her búðleikast og alt sum tað og tey geva av sær. Vit kunnu enn einaferð fegnast um avbjóðingina, vakurleikan og tí forvitni, sum ein myndlistaframsýning gevur, og er hendan einki undantak. Við hesum orðum, er framsýningin hjá Kára Svensson latin upp og gleði eg meg saman við teimum, sum her eru komin saman, at hyggja nærri at spennandi málningum tínum. Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar, Kári! Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini Gamla Seghúsið, 13. mai 2016 8/5/2016 Fernisering - KÁRI SVENSSONFríggjadagin 13. mai 2016 kl. 16.00 letur upp listaframsýning við Kára Svensson í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Fernisering verður fríggjadagin kl. 16:00 og kemur Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, at seta framsýningina.
Umframt okkurt lættari ábit, vitjar Hans Andrias Jacobsen og undirheldur við eitt sindur av tónleiki. Listaframsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 1. juni 2016. Øll eru hjartaliga vælkomin ! 15/4/2016 Heðin í KlaksvíkEnn ein frálík listafrámsýning í Gamla Seglhúsinum. Hesaferð læt Heðin Kambsdal upp listaframsýning, og segði granni hansaraúr Fuglafirði, Dávur Winther nøkur orð, tá ið framsýningin læt upp kl. 14 í dag.
Rani Nolsøe sang og spældi nøkur løg og høvið var at síggja 16 fjálgar, lit- og ljósríkar málninga og annars heilsa uppá listamannin og urguleikaran Heðin Kambsdal. Heðin Kambsdal er kendi "ljósmálarin" úr Fuglafirði - Hetta temaið, gluggin, ljósið, glomlýsið, mótljósið og skuggin, sum stenst av ljósinum, hevur verið ein av sterkum og dygdunum í málningunum hjá Heðin – “Hvaðani kemur ljósið”? Kanst tú í summum førum spyrja. Listaframsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 9. mai 2016. Framsýningin kann síggjast mánadag til fríggjadag frá kl. 10 til 17 og sunnudag frá kl. 14 til 18. 11/4/2016 Listaframsýning - HEÐIN KAMBSDAL
|
Grafia húsast í søguligum bygningi á Klaksvísvegi 48, Gamla Seglhúsinum, og skipa vit eisini fyri nógvum spennandi tiltøkum í húsinum.
Savn
August 2017
Bólkar
All Bókaútgáva Fløguútgávur Ráðstenur Samstarvsavtalur Tiltøk Tiltøk Vitjanir |