Sunnudagin 3. januar 2016 letur upp listaframsýning við Arnold Vegghamar.
Fernisering verður sunnudagin kl. 15:00, og Karstin Olgar (Oggi) Lamhauge kemur at røða . Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður møguligt at hitta listamannin sjálvan og annars njóta framsýningina. Hans Andrias Jacobsen syrgir fyri tónleikinum. Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi allan januar mánaða og eru øll hjartaliga vælkomin at vitja. Gott nýggjár ! Opið er soleiðis: Sunnudagin 3. Januar: Fernisering kl. 15 Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00 Sunnud. kl. 14.00 - 18.00 Comments are closed.
|
Grafia húsast í søguligum bygningi á Klaksvísvegi 48, Gamla Seglhúsinum, og skipa vit eisini fyri nógvum spennandi tiltøkum í húsinum.
Savn
August 2017
Bólkar
All Bókaútgáva Fløguútgávur Ráðstenur Samstarvsavtalur Tiltøk Tiltøk Vitjanir |