19/2/2016 Fernisering - Martin JoensenLeygardagin 20. februar letur Martin Joensen upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum. Fernisering verður kl. 14:00 og kemur Signhild V. Johannesen, forkvinna í metanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, at røða. Martin Joensen, sum eisini er sera dugnaligur tónasmiður, kemur sjálvur at framføra egin løg og borðreitt verður við jomfrúhummarasúpan. Framsýningin hongur uppi fram til 18. mars og er ókeypis at vitja. Øll eru hjartaliga vælkomin Opið er soleiðis: Leygardagin 20. feb frá kl. 14:00 til 19:00 Sunnudagin 21. feb frá 14:00 til 19:00 Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00 Sunnud. kl. 14.00 - 18.00 Comments are closed.
|
Grafia húsast í søguligum bygningi á Klaksvísvegi 48, Gamla Seglhúsinum, og skipa vit eisini fyri nógvum spennandi tiltøkum í húsinum.
Savn
August 2017
Bólkar
All Bókaútgáva Fløguútgávur Ráðstenur Samstarvsavtalur Tiltøk Tiltøk Vitjanir |