Sunnudagin 3. januar 2016 letur upp listaframsýning við Arnold Vegghamar.
Fernisering verður sunnudagin kl. 15:00, og Karstin Olgar (Oggi) Lamhauge kemur at røða . Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður møguligt at hitta listamannin sjálvan og annars njóta framsýningina. Hans Andrias Jacobsen syrgir fyri tónleikinum. Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi allan januar mánaða og eru øll hjartaliga vælkomin at vitja. Gott nýggjár ! Opið er soleiðis: Sunnudagin 3. Januar: Fernisering kl. 15 Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00 Sunnud. kl. 14.00 - 18.00 6/12/2015 LISTAFRAMSÝNING - EDWARD FUGLØAllan desember mánaða er listaframsýningin við Edward Fuglø at síggja í Gamla Seglhúsinum, Klaksvíksvegur 48, í Klaksvík. Framsýningin er opin soleiðis:
Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00 Sunnud. kl. 14.00 - 18.00 Tunnilsdagin er tó opið frá kl. 10.00 - kl. 18.00 Tað er ókeypis at vitja og øll eru hjartaliga vælkomin. 23/11/2015 Steintór Rasmussen við nýggjari bókFríggjadagin 27. november kl. 16:00 verður Gamla Seglhúsið karmur um almenna móttøku,
har Steintór Rasmussen leggur fram bók sína "Lívið er mítt listaverk" Jógvan Skorðheim, borgarstjóri, kemur at siga nøkur orð og Pætur við Keldu syrgir fyri tónleikinum. Møguleiki er at heilsa uppá høvðundan umframt, at tað er møguleiki at ogna sær hesa snotuligu og sera áhugaverdu bókina. Okkurt leskandi og lættari ábit verður eisini at fáa og eru øll hjartaliga vælkomin! STEINTÓR RASMUSSEN - LÍVIÐ ER MÍTT LISTAVERK Í bókini skrivar høvundurin um síni barna- og ungdómsár í seksti- og sjeytiárunum, og hvussu rembingar uttan úr heimi ávirka alt tónleika- og mentanarlív í tí skjótt vaksandi fiskivinnubýnum. Vit eru við dreinginum í skúla, har pedagogikkur er eitt fremmandaorð. Skvambla í lokala dunnuhylinum og sigla úti í stóru og spennandi verð. Standa við krossvegin í Klaksvík, har valið er vínið ella Várharra. Fara út á gøtunar í stríðnum fyri eini innihaldsríkari frítíð og ungdómshúsi í heimstaðnum. Eru við gittara og sangi í kravgongum fyri friði og eini javnlíkari framtíð. Vit fylgja pápanum til tey mongu tiltøkini og lesa um Frændur, hvørs sangir eru fólkaogn í Føroyum, Studio Pegasus, sum vildi gera Klaksvík til tónleikahøvuðstað í landinum, Kular Røtur, sum lat upp eina nýggja og livandi barnaverð, Frigg á norðuratlantiskum aldukambum og Summarfestivalin, har øll syngja við. Við sínum nógvu sangum og skapanarhugi hevur Steintór laðað varðar á leiðini og skrivað eina persónliga lívsbók og samtíðarsøgu um og til fleiri ættarlið. Lívið er mítt listaverk lýsir eitt menniskja í viðgongd og mótburði. Sum villist og vísir veg. 27/10/2015 Fernisering 28. oktober - Øssur MohrMikudagin 28. oktober letur upp listaframsýning við Øssur Mohr. Fernisering verður kl. 16:00 og kemur Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, at flyta fram røðu og kemur Hans Andrias Jacobsen eisinin at syngja og spæla.
Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður eisini møguleiki at heilsa uppá listamannin. Talan er um eina søluframsýning, sum kemur at hanga uppi til síðst í november mánaða. Tað er ókeypis at vitja og er framsýningin opin yrkadagar frá 15:00 til 17:00 og sunnudagar frá 14:00 til 18:00. Øll eru hjartaliga vælkomin! 7/10/2015 Fernisering - Tróndur PaturssonSunnudagin 11. oktober letur listaframsýning upp við Tróndur Patursson í Gamla Seglhúsinum. Ferniseringin verður kl. 15.00 - 18.00 og øll eru hjartaliga vælkomin
18/9/2015 "Bárður er eitt multitalent"Í Gamla Seglhúsi er listaframsýning við Bárði Jákupssyni um dagarnar. Í dag var fernisering, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt røðu. Bárður Jákupsson er ein av Føroya fremstu listafólkum, og um dagarnar hanga 25 málningar hjá honum til søluframsýning í Gamla Seglhúsi. Framsýningin er uttan heiti, og allir málningarnir eru oljumálningar.
Í dag var fernisering, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt røðu. Bárður Jákupsson var eisini sjálvur til ferniseringina og fleiri vitjandi nýttu høvið at heilsa uppá listamannin, sum sjálvur sigur, at málningarnir í framsýningini kunnu býtast í tríggjar ymiskar bólkar eftir stíli. Niðanfyri er røðan hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra endurgivin: "Góðan dag øll somul og takk fyri, at eg varð boðin at halda røðu til hesa ferniseringina. Eg trúgvi, at í einum samfelag sum tí føroyska er tað altavgerandi, at vit hava borgarar, sum eru aktivir á fleiri ymsum økjum. Fólk, sum hava nógvar gávur og brúka tær væl. Bárður Jákupsson er eitt av hesum fólkum, sum eg hugsi um. Tí umframt at vera listamaður, hevur Bárður eisini aðrar dygdir, sum koma samfelagnum til góðar. Eg havi lisið eitt sindur uppá, og eg kann fortelja, at: Hann er føddur á Tollaksmessu í 1943 og er sostatt 71 ára gamal. Hann er giftur Hervør Lützen og tey eiga tríggjar synir. Hann er sjálvur sonur ein av okkara fremstu rithøvundum. Nemliga Hans Jacob Jacobsen, sum vit kenna betri sum Heðin Brú. Bárður hevur sanniliga lyft arvin eftir pápa sín, sum ein av føroya fremstu mentanarberarum. Eftir lokna læraraútbúgving tók hann tvey ár á listaháskúlanum í Keypmannahavn, áðrenn hann kom aftur til Føroya í 1972. Tá tók hann við sum lærari á Fólkaháskúlanum. Her var hann lærari í seks ár – til 1978, tá hann gjørdist leiðari á Listaskálanum. 11 ár seinni fór hann í starv sum stjóri í Listasavn Føroya. Hetta var í 1989, og her var hann stjóri fram til 2003. Vit kenna eisini Bárð í fleiri øðrum leiklutum. Vit kenna hann fyri tey mongu frímerkini, hann hevur myndprýtt fyri Postverkið. Vit kenna hann sum ritstjóra á tíðarritinum Mondul. Og vit kenna fleiri góðar bøkur um list og listafólk, sum Bárður hevur skrivað. Eg skal ikki gera meg alt ov klókan uppá list. Men sum gemenur, áhugaður áskoðari dugi eg at síggja hugflogið og fjølbroytni í málningunum hjá Bárði. Framsýningin her rúmar trimum ymsum stílum, og tað avspeglar hvussu fjølbroyttur Bárður er í sini list. Líkasum hann eisini er tað í sínum virki. Litspælið í málningunum er ikki at taka feil av, og teir kunnu tulkast ymsar vegir, alt eftir eygunum, sum síggja. Tað ber eisini til at standa longri við sama málning. Tá koma nýggjar myndir í myndini til sjóndar. Bergtakandi teknikkur. Og sum sagt: eg eri ongin listaserfrøðingur, men míni eygu síggja, at: Bárður Jákupsson er listafólk av Guds náði Hann er royndur savnsleiðari Hann er kendur frímerkjaprýðari Hann er væl lisin rithøvundur Og eg kundi hildið áfram við núverandi og fyrrverandi titlum. Tí eg havi verri enn so verið inni á øllum, sum Bárður hevur fingist við. Niðurstøðan er greið: Bárður Jákupsson er eitt multitalent. Ein meining við list er at vekja tankar. Eitt dugnaligt listafólk megnar at fáa áskoðaran at reflektera. Tað kann sjálvandi bæði vera inneftir, úteftir, uppeftir og niðureftir. Avmarkingar taka seg ikki væl út í list. Og tá ið vit tosa um listina í hesi framsýning, so liggur tað eisini nærri at hugsa um møguleikar heldur enn avmarkingar. Við málningunum hjá Bárði skapast ein nýggjur heimur. Ein heimur, sum ikki var til, áðrenn listamaðurin tók pensil í hond. Ein heimur, sum stendur opin fyri tulking og úrtøku. Ein heimur, har vit áskoðarar kunnu sveima frítt. Og tað fara vit jú at kunna í nakrar vikur, ímeðan málningarnir hjá Bárði prýða veggirnar her í Gamla Seglhúsi. At enda vil eg takka Bárði fyri at koma til Klaksvíkar við hesum 25 verkunum. Og eg vil takka tykkum í Gamla Seglhúsi fyri at skipa fyri. Takk fyri tykkara megnar arbeiði, sum blesur lív í mentanarlívið í Klaksvík." |
Grafia húsast í søguligum bygningi á Klaksvísvegi 48, Gamla Seglhúsinum, og skipa vit eisini fyri nógvum spennandi tiltøkum í húsinum.
Savn
August 2017
Bólkar
All Bókaútgáva Fløguútgávur Ráðstenur Samstarvsavtalur Tiltøk Tiltøk Vitjanir |