21/2/2016 Listaframsýning og hummarasølaVit á Gamla Seglhúsinum ynskja at takka fyri góðu undirtøkuna til tiltøkini í Gamla Seglhúsinum leygardagin á Torradøgunum og gjørdu okkum dagin minniríkan. Listaframsýningin við Martin Joensen fekk eina serstaka góða byrjan og hummarasølan uttanfyri bleiv dúligani vitjað. Ein serstøk tøkk til kokkin, Kristian í Vági, fyri sera vælsmakkandi hummarasúpan. - Her eru nakrar løtumyndir frá degnum.
19/2/2016 Fernisering - Martin JoensenLeygardagin 20. februar letur Martin Joensen upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum. Fernisering verður kl. 14:00 og kemur Signhild V. Johannesen, forkvinna í metanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, at røða. Martin Joensen, sum eisini er sera dugnaligur tónasmiður, kemur sjálvur at framføra egin løg og borðreitt verður við jomfrúhummarasúpan. Framsýningin hongur uppi fram til 18. mars og er ókeypis at vitja. Øll eru hjartaliga vælkomin Opið er soleiðis: Leygardagin 20. feb frá kl. 14:00 til 19:00 Sunnudagin 21. feb frá 14:00 til 19:00 Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00 Sunnud. kl. 14.00 - 18.00 Sunnudagin 3. januar 2016 letur upp listaframsýning við Arnold Vegghamar.
Fernisering verður sunnudagin kl. 15:00, og Karstin Olgar (Oggi) Lamhauge kemur at røða . Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður møguligt at hitta listamannin sjálvan og annars njóta framsýningina. Hans Andrias Jacobsen syrgir fyri tónleikinum. Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi allan januar mánaða og eru øll hjartaliga vælkomin at vitja. Gott nýggjár ! Opið er soleiðis: Sunnudagin 3. Januar: Fernisering kl. 15 Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00 Sunnud. kl. 14.00 - 18.00 6/12/2015 LISTAFRAMSÝNING - EDWARD FUGLØAllan desember mánaða er listaframsýningin við Edward Fuglø at síggja í Gamla Seglhúsinum, Klaksvíksvegur 48, í Klaksvík. Framsýningin er opin soleiðis:
Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00 Sunnud. kl. 14.00 - 18.00 Tunnilsdagin er tó opið frá kl. 10.00 - kl. 18.00 Tað er ókeypis at vitja og øll eru hjartaliga vælkomin. 23/11/2015 Steintór Rasmussen við nýggjari bókFríggjadagin 27. november kl. 16:00 verður Gamla Seglhúsið karmur um almenna móttøku,
har Steintór Rasmussen leggur fram bók sína "Lívið er mítt listaverk" Jógvan Skorðheim, borgarstjóri, kemur at siga nøkur orð og Pætur við Keldu syrgir fyri tónleikinum. Møguleiki er at heilsa uppá høvðundan umframt, at tað er møguleiki at ogna sær hesa snotuligu og sera áhugaverdu bókina. Okkurt leskandi og lættari ábit verður eisini at fáa og eru øll hjartaliga vælkomin! STEINTÓR RASMUSSEN - LÍVIÐ ER MÍTT LISTAVERK Í bókini skrivar høvundurin um síni barna- og ungdómsár í seksti- og sjeytiárunum, og hvussu rembingar uttan úr heimi ávirka alt tónleika- og mentanarlív í tí skjótt vaksandi fiskivinnubýnum. Vit eru við dreinginum í skúla, har pedagogikkur er eitt fremmandaorð. Skvambla í lokala dunnuhylinum og sigla úti í stóru og spennandi verð. Standa við krossvegin í Klaksvík, har valið er vínið ella Várharra. Fara út á gøtunar í stríðnum fyri eini innihaldsríkari frítíð og ungdómshúsi í heimstaðnum. Eru við gittara og sangi í kravgongum fyri friði og eini javnlíkari framtíð. Vit fylgja pápanum til tey mongu tiltøkini og lesa um Frændur, hvørs sangir eru fólkaogn í Føroyum, Studio Pegasus, sum vildi gera Klaksvík til tónleikahøvuðstað í landinum, Kular Røtur, sum lat upp eina nýggja og livandi barnaverð, Frigg á norðuratlantiskum aldukambum og Summarfestivalin, har øll syngja við. Við sínum nógvu sangum og skapanarhugi hevur Steintór laðað varðar á leiðini og skrivað eina persónliga lívsbók og samtíðarsøgu um og til fleiri ættarlið. Lívið er mítt listaverk lýsir eitt menniskja í viðgongd og mótburði. Sum villist og vísir veg. 27/10/2015 Fernisering 28. oktober - Øssur MohrMikudagin 28. oktober letur upp listaframsýning við Øssur Mohr. Fernisering verður kl. 16:00 og kemur Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, at flyta fram røðu og kemur Hans Andrias Jacobsen eisinin at syngja og spæla.
Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður eisini møguleiki at heilsa uppá listamannin. Talan er um eina søluframsýning, sum kemur at hanga uppi til síðst í november mánaða. Tað er ókeypis at vitja og er framsýningin opin yrkadagar frá 15:00 til 17:00 og sunnudagar frá 14:00 til 18:00. Øll eru hjartaliga vælkomin! |
Grafia húsast í søguligum bygningi á Klaksvísvegi 48, Gamla Seglhúsinum, og skipa vit eisini fyri nógvum spennandi tiltøkum í húsinum.
Savn
August 2017
Bólkar
All Bókaútgáva Fløguútgávur Ráðstenur Samstarvsavtalur Tiltøk Tiltøk Vitjanir |